- Heimurin stendur yvirfyri størsta stríðnum um makt og ráevni síðan seinna heimsbardaga, samstundis sum umfatandi brot vera framd á mannarættindi í eitt nú Sudan, Gazageiranum, Myanmar og Ukraina.
Ávaringin kemur frá Volker Türk, sum er mannarættindaleiðari í ST, Sameindum Tjóðum.
- Hetta er ein ógvuslig kapping um makt, eftirlit og ráevni, sum vit ikki hava sæð seinastu áttati árini, sigur mannarættindaleiðarin.
ST-aðalskrivarin, António Guterres, sigur, at mannarættindini eru undir álopi um allan heim. Hann vísir til umfatandi brot á fólkarættin og ógvusligar líðingar millum sivilfólk.
- Rættarsamfelagið verður tikið av ræði av maktini, segði ST-aðalskrivarin sambært Reuters, tá hann setti mannarættindaráðið í Genéve.
António Guterres legði aftrat, at mannarættindi um allan heim bevíst og strategiskt viknað - og av og á eisini við stoltleika, sum ST-aðalskrivarin tók til.










