Heini Hanusarson er fyribils liðugur sum hondbóltsspælari, tí hann skal hava tvær og møguliga tríggjar skurðviðgerðir.
Besti føroyski hondbóltsspælarin í mong ár, 35 ára gamli Heini Hanusarson, verður kortini ikki at síggja á VÍF-liðnum í vetur, sum annars hevur ligið í kortunum.
– Orsøkin til tað er ikki, at hugurin ikki er har, men at ein gamal skaði krevur upp í fleiri skurðviðgerðir, sigur Heini Hanusarson, sum hevur spælt yvir 40 landsdystir fyri Føroyar og skotið útivið 200 mál.
Hoyr samrøðuna við hann við at trýsta á pílin undir myndini.