Løgtingsmaður Tjóðveldisins í Norðoyggjum varð stórliga fagnaður av fiski-og útróðrarmonnum eftir endaligu atkvøðugreiðsluna á tingi í dag í málinum um fiskidagar Eftir atkvøðugreiðsluna á tingi í dag sum endaliga staðfesti, at skerjingin í fiskidøgum fyri komandi fiskiár ikki verður 20%, men 10%, varð Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, stórliga fagnaður av fiski-og útróðrarmonnum, sum komnir vóru at lýða á.
Tá tingfundurin varð settur í morgun, gjørdist greitt, at andstøðan saman við Heina O. Heinesen hevði eitt broytingaruppskot, sum mælti til ein niðurskurð í fiskidøgum upp á 10% - og ikki 20%, sum øll samgongan saman við Kára á Rógvi samtykti við aðru viðgerð mikudagin.
Tá endaliga úrslitið fyrilá seinnapartin í dag, har 17 atkvøður vóru fyri broytingaruppskotinum og 16 ímóti, varð Heini O. Heinesen stórliga fagnaður við lógvabrestum av fiski-og útróðrarmonnum.
Heini hevði nevniliga atkvøtt fyri eini skerjing upp á 20% við aðru viðgerð mikudagin, og tað var júst hesi 20%, sum tjóðveldisumboðini í vinnunevndini mæltu til.
Prátið uttanfyri Løgtingshúsini, har menn tóku ímóti Heina, var lívligt, og Heini tóktist fegin um, at hann - sum hann sjálvur segði tað - hevði fylgt síni egnu samvitsku og sínum egna skili.
Eftir at hava tosað saman í túninum eina løtu, bjóðaðu fiski-og útróðrarmenn Heina O. Heinesen oman á Hotel Hafnia til kaffi.