Heini var giftur við Fríðgerð Joensen, sum er úr Heimistovu í Svínoy. Tey bæði høvdu gullbrúdleyp mánadagin 7. august ella fyri tveimum vikum síðani. Stóra dagin hildu tey heima hjá soninum Hera. Fitt av fólki vitjaði í prestagarðinum við Landavegin.
Hetta vísti seg at vera seinasta ferðin, at tað bar til at heilsa upp á Heina, sum hevur verið heilsuveikur seinastu árini, men sum júst henda dagin tóktist vera hampuliga væl upplagdur.
Heini var svínoyingur. Foreldrini vóru Petra og Sámal Joensen. Tey búðu fyri tað mesta í Havn, og fingu trý børn. Angelica (1930) í Havn, Heini (1931) og Ísak (1932) í Klaksvík.
Heini vaks upp hjá ommmuni í Svínoy, Malenu. Hon var dóttir Maren Cathrinu og Rasmus Olsen úti á Bø. Abbin, Heini, doyði tíðliga, og omman sat einkja, tá ið Heini sum heilt lítil smádrongur kom til Svínoyar at vera.
Heini sat við festinum Har Heimi, og hann var í mong ár skipsmaður og útróðrarmaður. Í nógv ár róði hann út við Fuglbergi og Áarbergi, sum svínoyingurin Poul Justinussen, sáli, sum búði í Klaksvík, átti. Eftir at Poul Justinussen hevði selt bátarnar, fór Heini at arbeiða heima í Svínoy. Tað gjørdi hann so leingi, sum orkan var til tað.
Miðskeiðis í seksti árunum keyptu Fríðgerð og Heini hús uppi á Váli, og har hava tey búð síðani. Børnini hjá teimum eru Heri (1956) og Anna Jórun (1969). Tey búgva bæði í Havn.
Fríðgerð og Heini hava verið millum álitisfólkini í heimbygdini. Serliga síðani kríggið er fólkatalið nógv minkað í Svínoy. Tá ið tað nú hevur lagað seg soleiðis, hevur tað komið væl við, at tað hava verið tey, sum so at siga hava hildið tørn og kent ábyrgd.
Heini, sum var friðarligur, fyrikomandi og dámligur maður, var deknur í Svínoyar kirkju, haðani hann verður grivin mikudagin.
<B normal"$?$end$!$
J