Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen byrjaðu báðir inni, tá lið teirra, Fremad Amager á heimavølli á Sundby leikvøllinum á Amager vann ein góðan 1-0 sigur á Nykøbing. Johanes Madsen skeyt sigursmál fyri Fremad Amager í 73. minutti uppá eitt brotsspark.
Mong mettu, at Fremad Amager eisini átti eitt brotsspark, tá 48 minuttir vóru farnir av dystinum. Heini Vatnsdal var feldur í brotsteiginum hjá Nykøbing, men dómarin sá ikki tað sama, sum Fremad Amager leikararnir og viðhaldsfólk teirra.
Viljormur Davidsen og Vejle tóku ímóti Vendsyssel FF á heimavølli. Vendsyssel FF hevði ikki nakran føroying í byrjanaruppstillingini. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Leingi var Vejle á sigurskós, men heilt ímóti dystarenda javnaði Simon Okuson fyri Vendsyssel FF, og tryggjaði teimum eitt stig. Dominic Vinicius legði Vejle á odda longu tá tveir minuttir vóru farnir av dystinum, men tað helt ikki hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum.
Komandi hóskvøld spælir Vejle á útivølli ímóti HB Køge. Komandi sunnudag tekur Vendsyssel ímóti Hobro, og Fremad Amager hevur heimadyst ímóti Skive.
Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini :
# | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Hobro | 14 | 7 | 4 | 3 | 25 - 15 | 25 | |
2 | HB Køge | 14 | 5 | 7 | 2 | 17 - 9 | 22 | |
3 | FC Roskilde | 14 | 6 | 4 | 4 | 16 - 18 | 22 | |
4 | Vendsyssel FF | 13 | 6 | 3 | 4 | 20 - 15 | 21 | |
5 | Skive | 14 | 6 | 2 | 6 | 15 - 23 | 20 | |
6 | FC Helsingør | 14 | 4 | 7 | 3 | 20 - 17 | 19 | |
7 | Fremad Amager | 13 | 4 | 6 | 3 | 18 - 13 | 18 | |
8 | Nykøbing FC | 13 | 5 | 3 | 5 | 17 - 17 | 18 | |
9 | Fredericia | 14 | 4 | 4 | 6 | 13 - 20 | 16 | |
10 | Næstved | 14 | 4 | 3 | 7 | 22 - 25 | 15 | |
11 | Vejle | 13 | 3 | 5 | 5 | 15 - 14 | 14 | |
12 | AB Gladsaxe | 14 | 3 | 2 | 9 | 16 - 28 | 11 |