Áheitanin til landsstýrismannin

Landsstýrið staðfesti í 2008 at seta eina setanarnevnd at orða tilmæli til politiska myndugleikan um føroysku fiskivinnuskipanina.
Tilmælið var liðugt fáar dagar undan ólavsøku í ár. Hjalti í Jákupsstovu, fiskifrøðingur, og Hjalmar Hansen, vinnuløgfrøðingur, vóru í verkætlanarbólkinum, sum viðgjørdi spurningin um loyvisskipanina.
Teir skriva soleiðis á síðu 15 í sínum tilmæli:

Mannagongdin við ásetan av dagatalinum er eisini soleiðis, at hetta er tikið úr hondunum á avvarðandi landsstýrisfólki, t.v.s. tí politisku umsitingini, og lagt lóggevandi valdinum at umsita. Hetta ger, at umsitingin av lógini um vinnuligan fiskiskap ikki verður eitt umsitingarligt mál, men partur av politisku telvingini annars. Skulu endamálini í lógini røkkast, má Løgtingið seta ein veiðisetning, sum klárt sigur, hvussu endamálini skulu røkkast. Hetta má gerast við ítøkiligum málum um fiskideyðatal (gjarna yvir eitt áramál), yvirskot í vinnuni eftir skatt, og hvat verður meint við støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar um alt landið. Eisini má greiðast frá, hvat meinast við møguleikum fyri vinnuligum virksemi um alt landið. Nøkur av endamálunum standa nakað í andsøgn hvørt til annað, og tí má ein raðfesting gerast. Tá Løgtingið hevur ásett, hvussu endamálini verða rokkin, kann umsitingin laga lógina til á hvørjum ári í mun til hesar.
Fiskiskapur hevur ein so altavgerandi týdning fyri føroyska búskapin, at umhugsað eigur at vera at taka ásetingarnar av fiskidøgum á hvørjum ári burtur úr politisku skipanini og leggja hesar í eina serliga nevnd. Hetta kundi verið gjørt á sama hátt, sum framkomin lond í dag hava flutt ásetanina av tjóðbankarentuni úr politisku skipanini.