Heldur fram við semingsroyndini

Lakhdar Brahimi, sum ST hevur sett til at royna at fáa frið í Sýrialandi, sigst vera komin við einum nýggjum uppskoti, sum skal fáa enda á sýriska borgarakrígnum.

Brahimi (myndin) hevur júst verið í Damaskus og í Moskva, og nú er hann í Kairo, har hann hitti leiðararnar í teimum arabisku londunum í dag fyri at fáa teir at taka undir við ætlan síni. Aftan á fundin í dag segði hann, at hann hevur góðar vónir um, at altjóða samfelagið fer at styðja uppskotið. Hann vildi ikki svara spurningum um, hvat stendur í uppskotinum.

Fyri stuttum segði Lakhdar Brahimi, at tann besta loysnin fyri Sýrialand er, at landið fær eina fyribilsstjórn, og at val verður útskrivað.