Heldur kaldligt komandi dagarnar

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar at tað verður kalt komandi dagarnar.

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar at tað verður kalt komandi dagarnar. Í morgin fer hann at krúpa niður um frostmarkið, og annars fer hann neyvan upp um fimm stig komandi dagarnar.

 

Týsdagin verður fleyr til gul millum útnyrðing og landnyrðing og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið millum eitt kuldastig og trý hitastig.

 

Mikudagin verður fyrrapartin lot av ymsum ættum, turt og sólglottar, men seinnapartin veksur hann vindin upp í hvassan vind av suðri og um kvøldið møguliga regn. Hitin millum tvey og fimm stig.

 

Hódagin strúkur í vindi av ymsum ættum og avfall. Hitalagið um frostmarkið. Fríggjadagin upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Hitin millum tvey og fimm stig.