- Heldur vinnaratypu enn fitta gentu

- Eg eri snarsint, rokalig og hati at tapa. Hondbóltsveteranurin Kára á Dunga er kappingarmenniskja burturav. Hon spælir á høgra vongi hjá Neistanum og hevur alt sítt lív gjørt nógv um seg á hondbóltsvøllinum. Nú gevst hon á toppinum.

- Eg havi drúgvar royndir innan hondbóltsheimin. Tá vit hava time out, havi eg at enda altíð viðmerkingar til leikarnar. Eg eri á ein hátt millumlið millum venjaran og spælararnar.
 
Kára hevur spælt á besta liðnum hjá Neistanum í 18 ár og kundi ikki droymt um at spælt fyri annað felag:
 
- Hjartað hjá mær er hjá teimum bláu. Eg hevði ongantíð tímað at ofra meg fyri nakað annað lið. Ikki tí eg vænti, nakar stórur sáttmáli frá øðrum felagi er ávegis, sigur Kára við einum brosi.
 
Kára er somuleiðis illsint og avgjørt ikki bangin fyri at siga sína meining:
 
- Eg eri kanka a pain in the ass hjá mótstøðuliðnum, men tað leggi eg einki í. Á vøllinum skal okkurt henda, og at siga orsaka mitt í einum dysti hoyrir ikki heima á vøllinum. Í mínari verð, mekir tað at biðja um umbering, tá vit taka í hondina á hvørjari aðrari aftaná dystin. Men eg toli avgjørt samtíðis at fáa viðmerkingar frá teimum, ið ikki halda, eg eri so kul.
 
Hóast Kára tykist heldur buldraslig, gevur hon avgjørt liðnum hjá sær eitt íkast á vøllinum. Serliga dugir Kára við sínum vilja úr stáli og ítróttaanda at seta liðið upp til dyst:
 
- Eg eri eingin oddakvinna á liðnum, men havi stóran stríðsvilja til at vinna, so mín partur liggur ongantíð eftir.
 
Kára heldur, at samanhald á einum hondbóltsliðið hevur ovurhonds stóran týdning:
 
- Vit eru nógv saman og kenna nærum hvørja pirru á reyvini á hvørjari aðrari. Hondbólturin hevur verið ein partur av gerandisdegnum hjá mær í nógv ár, og tað verður trupult at siga farvæl. Men nú vit aftur hava vunnið steypafinaluna, kann eg gevast á toppinum við góðari samvitsku.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Føroyskt burturav
Kára sigur, at tann eginleikin, hon setir fremst hjá einum hondbóltsleikara, er at vera ein vinnari:
 
- Eg vil heldur hava eina harða vinnaratypu undir liðini á mær, enn eina smædnan fittan leikara.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Planet.fo biðjur Káru seta saman eitt ynski lið. Og eftir stutta umhugsunartíð, hevur Kára longu valt sjey teir bestu leikararnar til sítt dream team í Sun Set kappingini:
 
- Eg setti mær beinanvegin fyri, at á liðnum skuldu eittans vera føroyingar. Ov nógv fokus verður sett á útlendingarnar í føroysku landskappingini, og tískil verða føroysku spælararnir ofta gloymdir, hóast nógvir veruliga eru framúr góðir.
 
Eisini setir Kára eitt flótandi liðavrik framum einstaklinga hondbólt ovarliga á listanum:
 Tá er tað bæði stuttligari hjá leikararunum at vera við og áskoðarunum at síggja. Onkur annar hevði helst valt skotsterkar kanónir á báðum bakkunum, men um hetta føroyska og tekniska liðið hevði sloppið at vant nakrar ferðir saman, høvdu vit sæð góðan og sera undirhaldandi hondbólt, leggur Kára á Dunga at enda afturat.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Á vinstra vongi Nikolina Eyðbjørnsdóttir,Víf:
Hon er skjót, sterk og góð bæði í verju og álopi. Hon dugir væl at lesa spælið og torur at taka ábyrgd. Hon er ein frálíkur hondbóltsspælari; stórt spell, at hon er skadd. Annars kundi eg eisini havt valt Unn Kragesteen, ið hevur somu eginleikar, men hon er ikki beinleiðis vongur, og tí velji eg Nikolinu.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Á vinstra bakki Ása Dam á Neystabø, Neistin:
Ása kann rætt og slætt alt. Hon er ein fínur og hegnisligur spælari, sær væl sínar egnu møguleikar, er góð til fríspælingar og ótrúliga skjót. Men hon manglar tó eitt sindur av búffum á sær, sum vónandi koma við árunum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Á miðvøllinum Joan Midjord Djorgjovic, Stjørnan:
Joan er ein framúr góður miðspælari og skipari. Skjýtur langskot, hoppiskot, undirhandarskot og smýgur sær snikkaleyst gjørgnum verjuna. Eisini lesur hon spælið sera væl og dugir væl at spæla viðspælararnar til skot. Joan er eisini góður verjuleikari, so hon er avgjørt rætta valið til miðju.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Á høgra bakki Jórun Ludvig, Kyndil:
Ætlaði at velja Rebekku Justinussen ella Anniku Thomsen, tí tær hava ótrúliga góð skot, men Jórun hóskar betur saman við liðnum, eg havi valt. Tá Jórun er í góðari venjing, er hon rættiliga góð, og hevur í seinastuni spælt frálíkar dystir. Hon er stór, sterk, kann renna ígjøgnum verjuna, skjóta renniskot og dugir væl at finna aðrar spælarar  serliga strikuna. Eisini er Jórun ein frálíkur verjuspælari og hevur rætta ítróttaandan.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Á høgra vongi Rannvá Augustinussen, VB:
Tá, eg ikki kundi velja meg sjálva, valdi eg Rannvá ;) Rannvá er góð, skjót og dugir væl at lesa spælið. Hon skjýtur ikki óneyðugt og brennir sjálvdan. Eisini hevur hon rætta liðandan og kempar allan dystin. Annars er Rannvá ikki av størstu spælarum, eins og Ása á Neystabø, og manglar eitt sindur av búffum. Men hetta kemur kanska eisini hjá henni við tíðini.  
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Á strikuni Una Olsen, Stjørnan:
Vit hava fleiri góðar strikur í Føroyum. Eg kundi t.d. eisini valt Kristinu Holm, tí Una og hon eru líka góðar. Men nú, Joan er á miðjuni, seti eg Unu á strikuna. Una myndar ómetaliga stóra hondbóltsgleði, er krútsterk bæði í álopi og verju, screenar væl og fer heilhjartað gjørgnum verjuna. Eisini sermerkir tað Unu, at hon stríðist og kempar allan dystin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Í málinum Fríða Petersen, Neistin:
Eg havi ikki sæð nógv til føroysku málmenninar, men eg velji okkara Fríðu. Hon er stór, sterk, long og hevur góð útkøst. Eisini dugir hon væl at rópa og stýra verjuni. Tá hon hevur ein góðan dag, kann hon avgera dystin.