Helena nýggjur deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum

Helena Dam á Neystabø tekur við sum deildarstjóri á Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum frá 1. januar 2021 at rokna.

Innanhýsis umleggingar eru gjørdar í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og ein Útbúgvingardeild er skipað, sum hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan útbúgvingar- og granskingarøkið, frá dagstovnum til hægri útbúgvingar og gransking. Sjey fólk eru á Útbúgvingardeildini.

Tað skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.

Helena Dam á Neystabø er útbúgvin cand.mag. og hevur masterútbúgving (MPM) í almennari fyrisiting. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari í útbúgvingarverkinum, bæði sum stjóri á Føroya Handilsskúla og stjóri á Skúlabókagrunninum í nógv ár,  eins og drúgvar politiskar royndir í Løgtinginum og  sum landsstýrisfólk í mentamálum. 

Helena Dam á Neystabø kemur framvegis at hava ábyrgdina av verkætlanini við føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar, sum hon hevur arbeitt við, síðani á heysti 2019.

– Tað eru nógvar týdningarmiklar uppgávur fyri framman, tá um útbúgvingarskipan okkara ræður. Eg vóni, at eg kann vera við til at flyta alla skipanina framá. Tí ein góð útbúgvingarskipan er avgerandi fyri alt samfelagið. Eg eri spent upp á uppgávuna, sigur Helena, sum tekur við starvinum í dag.

Helena Dam á Neystabø er vald á ting fýra ferðir og hevur sitið eitt skeið sum varafólk:

1990, 1994, 1998 fyri Sjálvstýrisflokkin og í 2008, 2015 (varafólk) fyri Javnaðarflokkin.

Hon hevur sitið í landsstýrinum í tveimum umførum, frá 1998-2001 landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum umboðandi Sjálvstýrisflokkin og frá 2008 til 2011 landsstýriskvinna í mentamálum umboðandi Javnaðarflokkin.