Sum blaðung genta fór hon til Keypmannahavnar og arbeiddi sum skrivstovukvinna hjá Mejeriernes og Landbrugets Ulykkeforsikring, MLU. Í sekstiárunum fekk Helga áhuga fyri sjónleiki og arbeiddi frá 1964 m.a. á íslendska Sjónleikaraskúlanum. Í sjeytiárunum leitaði hon aftur til Keypmannahavnar og fór at lesa sjónleik á Lærda Háskúlanum har. Eftir at hava verið í sambandi við Solvognen, Rimfakse og Odinteatret, tók hon saman við øðrum stig til at stovna íslendska sjónleikarabólkin "Androkles" í Keypmannahavn.
Síðani 1. februar 1999 hevur Helga Hjörvar verið stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Hon er sætti stjórin, nú Húsið fór um tey tjúgu. Meðan Helga hevur verið stjóri, er sjøtil settur á fýra stór tiltøk, sum øll hava ríkað føroyska mentan og ikki minst mentanarliga samstarvið við Norðanlond og grannalondini fyri sunnan og vestan. Talan er um Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, Orfeus, Konsertfelag Norðurlandahúsins, ferðandi framsýningina "Veiðimentan í Útnorðri", sum nú er í Nuuk, og árliga listastevnuna Listastevna Føroya, m.a. við írsku Tjóðar-operuni og "Madama Butterfly" á skránni í 2001 og "Le Cirque Invisble" í ár.
Helga Hjörvar hevur drúgvar royndir innan norðurlendsk sjónleikarasamstarv. Tíggjuáraskeiðið 1982-92 var hon leiðari á Sjónleikaraskúlanum í Íslandi. Eftir hetta stjórnaði hon í 6 ár Nordscen, sum áður nevndist Teater og Dans i Norden. Hetta er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum við heimstaði í Keypmannahavn arbeiðir við sjónleiki og dansi í øllum Norðanlondum.
Helga er útbúgvin sjónleikari og hevur innan hetta øki veitt frálæru, stjórnað og leikt, bæði á palli og í filmi, í Íslandi eins og í Danmark. Eitt nú spældi hin einsamøll í filminum "En børnefilm", sum Hans-Henrik Jørgensen gjørdi í 1971. Mesta virksemi, seinasta tríati ára skeiðið, hevur Helga tó lagt eftir seg innan mentanar- og listarliga umsiting og leiðslu. Fyri hetta virksemið fekk hon íslendska Falkaheiðursmerkið í 2000.
Helga Hjörvar giftist 21. august 1964 rithøvundanum Úlvi Hjörvar (f.1935) og tey hava tvey børn, Helgi (f.1967), sum er nývaldur altingslimur í Íslandi, og Rósa María (f.1980), sum lesur bókmentafrøði á lærda háskúlanum í Odense.
Helga Hjörvar, sum býr í Heygskróki 18 í Havn, heldur føðingardagin í Önundarfirði.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á seksti ára degnum. Samstundis, sum vit takka fyri høvi at hava verið við í mentunarliga verksemi tínum, síðani tú komst higar til lands, ynskja vit tær og tínum ein góðan dag og blíðan byr framyvir
Starvsfólkini í Norðurlandahúsinum í Føroyum