Helge Ask ávegis til Hovs

Nakað eftir klokkan 17 fór Helge Ask av Vági við kós móti Hovi.

Helge Ask hjá Roskilde Vikingeskipsmuseum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Skipið verður partur av Víkingadøgum í Hovi um vikuskiftið.

 

Klokkan var farin av 17, tá víkingaskipið, ið ikki er av teimum størstu, legði frá bryggju í Vági, og kósin varð sett móti Hovi.

 

Manningin, eini 17 - 18 í tali, settist við árarnar, og einu løtuni royndu tey eisini seglið, men nærum ongin vindur er, so manningin settist aftur við árarnar.

 

Umborð eru danir frá savninum í Roskilde, men eisini vágbingar, ið hjálpa til við at rógva skipið til Hovs.

 

Onkur av gomlu grindabátunum í Vági sást fylgja Helga Ask út eftir Vagsfirði.

 

Pláss er fyri 26 fólkum við árarnar umborð á Helge Ask. Skipið kom til Føroya við Norrønu og til Suðuroyar við Smryrli.