Helgi brýtur múrin

Formsterkasti telvarin í Føroyum, Helgi Dam Ziska, telvar sum ein stórmeistari í Reykjavík Open. Nú tvey umfør resta í, eru sera góðir kjansir fyri enn einum IM-normi

Talv

Áðrenn fráferðina til Reykjavík, var Helgi spentur hvørt hann skuldi hitta javnaldrin Magnus Carlsen (2635) í fyrsta umfari. Tað var nevniliga góður møguleiki fyri hesum. Helgi varð tó neyvan skuffaður tá hann sá, at hann skuldi hava hvítt móti legenderiska hollendaranum, 54 ára gamla Jan Timman (2630).
Timman hevur síðani seinast í 70´unum verið partur av heimselituni og enn er hann í topp 100. Í 1993 tapti hann HM-dystin hjá FIDE ímóti Anatoly Karpov. Garry Kasparov og Nigel Short telvdu somuleiðis HM-dyst sama ári, men tað gekk fyri seg uttanum FIDE.
Helgi telvaði sannførandi álopsspæl og hetta órógvaði Timman somikið, at hesin í roynd og veru gavst í einari fløktari, men betri støðu stutt inni í miðspælinum. Timman var helst skelkaður av áganginum. Helgi iðraði seg nakað yvir sín seinasta leik í talvinum, tí hann hevði aðrar betri møguleikar, men framanundan hevði Helgi telvað sum ein sannur stórmeistari.
Í 2. umfari fekk Helgi uttan nakrantíð at vera í vanda ein tryggan javnleik við svørtum ímóti svenka stórmeistaranum, Ralf Åkesson (2494). Í 3. umfari mátti Helgi lúta fyri einum vælleikandi serbiskum stórmeistara, Ivan Ivanisevic (2588).

Stig móti aðrari legendu
Tapið í 3. umfari steðgaði ikki Helga. GM Jaan Ehlvest (2619) úr Estlandi, ið hevur umboðað sovjettiska landsliðið, megnaði ikki at knekka unga føroyingin. Helgi, ið hevði svarta fólkið, kom undir stórt trýst, men hóraði undan og bjargaði sær, eftir eitt 4-5 tímar langt talv, javnleikin.
Eftir hetta megnarúrslit, leikti Helgi javnleikir ímóti trimum altjóða meistarum. Helgi hevur tískil 3,5 stig. Í 8. umfari mánadagin hittur hann Lorin D´Costa (2386).
Fremstur í Reykjavík er Gabriel Sargissian (2603) úr Armeniu við 6 stigum. Magnus Carlsen og fýra aðrir telvarar hava 5,5 stig.
Helgi er sera tætt við sín næsta IM-norm. Góð ratingframgongd er longu tryggjað, men Helgi vil nú ivaleyst hava sín næsta norm. Helst krevst hetta 1 stig í seinastu tveimum talvunum.
Sum Flóvin Tór Næs skrivaði í kjakrúminum talvtos á www.faroechess.com, so hevur Helgi - óansæð um hann fær norm ella ikki - prógvað hesa seinastu vikuna, at hann ikki bara hevur evnini at gerast altjóða meistari, men eisini, at hann kann røkka enn longur.

Føroyskur danmarksmeistari
Klaksvíksgentan, Herborg Hansen og Fríða Við Streym av Oyrarbakka, hava júst luttikið í DM fyri gentur. Faðir Herborg, Klæmint Hansen, fekk ferðina í lag.
Herborg gjørdi ikki mætari enn at vinna sín aldursbólk, gentur 14-15 ár. Hon kann nú kalla seg sterkasta genta í sínum aldursbólki í ríkinum. Fríða Við Streym kláraði seg heiðurligt í sínum bólki.
Sólskinssøgurnar tykjast onga enda fáa í 2006: John Arni Nilssen fekk IM-heitið, Helgi bleiv norðurlandameistari, umframt at hava vunnið og leikt javnt ímóti Timman og Ehlvest, og Herborg vann DM. Sera hugaligt.

Topalov reistist - Aronian vann
Vinnari í Linares 2006 varð óvæntað Levon Aronian úr Armeniu. Aronian var støðugt alla kappingina frammi í oddinum og ikki fyrrenn í fjúrtanda og seinasta umfari, eydnaðist tað honum at verða einsamallur fremstur. Hann niðurspældi Peter Leko.
Undan seinasta umfari var støðan rættiliga spent. Aronian, Leko, Topalov og Radjabov høvdu allir 7,5 stig. Topalov hevði eitt skiftið einans 2,5 stig av 7 møguligum, men ein øgiligur endaspurtur gav honum møguleikan at vinna kappingina. Topalov megnaði tó ikki meir enn ein javnleik móti Vallejo í seinasta umfari. Og tá Radjabov heldur ikki vann, so endaði Aronian fremstur. Javnir á øðrum plássi vórðu Topalov og Radjabov.