Helgi heldur eisini fram í Stavanger

Eins og Kjartan Johansen hevur Helgi Hildarson Hoydal longt um sáttmálan við Viking Stavanger

Helgi Hildarson Hoydal í dysti fyri Viking HK - Mynd: Viking HK (Sven Eirik Fylkesnes)

Í Viking Stavanger eru tey glað fyri føroyingar.

Í ár hava teir tríggir, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal og Jónas Gunnarsson Djurhuus roynt seg við felagnum.

Norðmenn lata væl at og longdu herfyri sáttmálan við Kjartan Johansen. Í dag hevur felagið so eisini longt sáttmálan við Helga Hildarson Hoydal við einum ári.

Føroyski landsliðsleikarin sigur seg trívast væl í Viking og vísir á at tað er eitt professionelt umhvørvi, har hann fær lyft seg sum leikara.

Harafturat leggur hann dent á, at hann kennur seg tryggan í felagnum í professionellu umstøðunum.

 

-Eg havi verið plágaður av skaðum seinastu árini, og her fái eg bestu hjálpina at tillaga venjing og venjingarmongd, soleiðis at eg kann gerast heilt skaðafríður innanfyri stutta tíð, sigur Helgi Hildarson Hoydal

 

Viking Stavanger endaði á sjeynda plássi í næstbestu norsku deildini í ár - trý stig frá uppflytingardystum.

Helgi Hildarson Hoydal í dysti fyri Viking HK - Mynd: Viking HK (Sven Eirik Fylkesnes)