Helgi heldur fast um sigursrøðina

Fjórði sigurin kom til høldar fríggjadag seinnapart ímóti Nicolai Getz úr Noregi, sum loksins mátti lúta, eftir eitt áhugavert og til tíðir torskilt talv, har fyrimunurin hjá Helga ta einu løtuna sýnist í vanda, tó uttan at vera tað, tá samanumkom.

 

Undan seinastu 2 umførini, er Helgi á odda við 1 stigi í U20 bólkinum. Í 5. umfari telvar Helgi ímóti Teemu Pudas úr Finlandi við styrkitalinum 2176.

 

Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági hevur somuleiðis gjørt ein rættiligan vørr seinastu umførini í U16 bólkinum við 3 sigrum uppí slag. Rógvi er harvið nr. 3 í bólkinum, undan endaumførini leygardagin. Í 5. umfari er sera áhugaverd, men ivaleyst ikki minst møtumikil mótstøða, tá Rógvi hevur svarta fólkið ímóti IM Nils Grandelius úr Svøríki við styrkitalinum 2525.

 

5. umfar byrjar leygarmorgunin kl. 08.30, meðan 6. og seinasta umfar verður telvað kl. 14.30 leygardag seinnapart.

 

Til ber at fylgja telvingini LIVE umvegis alnótina, umframt at úrslit, støður og endaði talv verða løgd út á heimasíðu Talvsambandsins: www.faroechess.com.