NM í februar
Umframt serliga spenningin um, hvør vinnur FM-heitini, er somuleiðis sera stórur spenningur um, hvør vinnur sær luttøkurætt til Norðurlendska meistaraheitið í talvi sum verður í Danmark í februar mánað 2008. Nr. 1 og 2 í hvørjum aldursbólki luttaka. Kappingin er árliga hæddarpunktið hjá ungu telvarunum tí telvað verður eisini fyri møguleikanum - í ungum aldri - at sleppa uttanlands at telva ímóti javnaldrum úr hinum Norðurlondunum.
Góðar royndir
Tilsvarandi kappingar eru í hinum Norðurlondunum og senda hesi, eins og Føroyar, 10 teirra bestu telvarar til NM. Føroyar hava luttikið í NM fyri ung í nógv ár, men hetta er 6. árið á rað, at Føroyar luttekur við fullari manning og sum kunnugt eydnaðist Helga Dam Ziska á fyrsta sinni - í Finlandi í februar mánað 2006 - at vinna Føroyum NM gull í aldursbólkinum 14-16 ár og í Íslandi fyrr í ár kom NM bronsa til høldar í U20 bólkinum.
Spenningur í væntu
Undankappingar hava verið í Vestmanna og Sandavági og 8 teir stinnastu telvararnir í hvørjum aldursbólki luttaka í finaluni. Undankappingarnar bera boð um eina óvanliga spennandi FM finalu og NM-úttøkukapping. Burtursæð frá, at IM Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen sýnast favorittar í ávikavíst elsta (U20) og yngsta (U10) bólkunum sýnist kappingin annars víðopin í hinum aldursbólkunum.
Finalan byrjar kl. 10.00. Sí annars www.faroechess.com
Í Faktaboks:
Manningarnar í ymsu bólkunum:
A-bólkur - U20 ár:
1. IM Helgi Dam Ziska, Tórshavn
2. Rógvi Dragaberg, Klaksvík
3. Jón Gregersen, Sandavágur
4. Herborg Hansen, Klaksvík
5. Reidar Egilsnes Hansen, Vestmanna
(opin tilmelding - ongin undankapping)
B-bólkur - U16 ár:
1. Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágur
2. Hjalti Toftum Jógvansson, Tórshavn
3. Vagnur Dam, Oyri
4. Margar Berg, Tórshavn
5. Bogi Hansen Eliasen, Klaksvík
6. Jóhan R. Mortensen, Oyri
7. Borgar J. Stórá, Vestmanna
C-bólkur - U14 ár:
1. Heiðrikkur Tindskarð Jacobsen, Tórshavn
2. Pætur Poulsen, Skopun
3. Jóhann Vørmadal, Vestmanna
4. Rúni Vørmadal, Vestmanna
5. Jógvan Emil Joensen, Vestmanna
6. Bárður J. Stórá, Vestmanna
7. Theodor Larsen, Oyri
D-bólkur - U12 ár:
1. Johan Hentze, Oyri
2. Einar Gregersen, Klaksvík
3. Heðin Gregersen, Klaksvík
4. Sára T. Olsen, Tórshavn
5. Rúni Tindskarð Jacobsen, Tórshavn
6. Jóhannes Hansen, Haldórsvík
7. Sølvi Egilsson, Sandavágur
8. Pætur Magnussen, Tjørnuvík
E-bólkur - U10 ár:
1. Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágur
2. Alfred Olsen, Vestmanna
3. Sjúrður Olsen, Vestmanna
4. Dánjal K. Hansen, Tórshavn
5. Tóki Johannesen, Oyrarbakki
6. Jógvan Eli Debes, Oyri
7. Leivur í Buð Justinussen, Árnafjørður
8. Julian Gregersen, Klaksvík