Tað eydnaðist ikki Helga Dam Ziska at fáa fulla úrtøku, tá ið 6. umfar í Klaksvík International var á skránni í gjár. Helgi hevði svarta fólkið ímóti Hans Kristiani Simonsen, og eftir 52 leikir endaði talvið remis. Harvið er tað greitt, at Helgi Dam Ziska í fýra teimum síðstu umførunum skal hava trý stig, um hann skal røkka 2400 í styrkistali.
Javnleikurin ber við sær, at Helgi Dam Ziska hevur 3,5 stig, og at Hans Kristian Simonsen hevur 2,5 stig. IM Emil Hermansson er framvegis fremstur og eitt stig undan Helga Dam Ziska á næstfremsta plássinum. Emil hevði í dag hvíta fólkið ímóti IM Jens Ove Fries-Nielsen, og eisini tað talvið endaði javnt.
Einasti stórmeistarin, sum kappst í Leikalund er Henrik Danielsen. Danski telvarin, sum umboðar Ísland, hevði í gjár svarta fólkið ímóti føroyameistaranum Martini Poulsen. Talvið endaði við endaspæli, har báðir telvararnir høvdu rók og bisp. Henrik Danielsen hevði tvær finnur, og Martin Poulsen hevði eina finnu, tá ið føroyski meistarin legði kongin, tí stórmeistarin var um at fáa frúgv upp í aftur talvið.
Eftir seks umfør er støðan henda: IM Emil Hermansson 4,5 stig, Helgi Dam Ziska og GM Henrik Danielsen 3,5 stig, Hans Kristian Simonsen 3,0 stig, Martin Poulsen 2 stig, og Jens Ove Fries-Nielsen 1,5 stig.
7. umfar verður á skránni í Leikalund í Klaksvík í dag klokkan 14. Tá verður telvað soleiðis: GM Henrik Danielsen-Hans Kristian Simonsen, Helgi Dam Ziska-IM Emil Hermansson og Jens Ove Fries-Nielsen-Martin Poulsen.