Helgi til B36

Rituvíkingurin, sum áður hevur spælt í NSÍ og GÍ, skal komandi árið spæla við B36.

Hesum hevur B36 boðað frá á heimasíðu felagsins. Helgi er 28 ára gamal, og kann brúkast á flestu framrættaðu plássunum á vøllinum. Aloftast hevur tað to verið a miðvøllinum, at hann hevur verið nýttur, men máltevið er tó sera gott. Nakað sum eisini var sjónligt í GÍ, tá hann í 2001 skeyt seg til gylta skógvin við 19 málum í 18 dystum. Helgi er eisini skrásettur fyri seks dystir á føroyska A-landsliðnum.