Um ársskiftið 2019/ 2020 gjørdist tað greitt, at brøðurnir, Helmar og Óli M. Lassen í Klaksvík, ávikavist skipari og reiðari, høvdu keypt fyrrverandi frystilínuskipið, Klakk, nú eigararnir av Klakki høvdu keypt sær ein nýggjan Klakk.
Felagið hjá brøðrunum, sum kallast P/F EFHO, hevur í fleiri ár eisini átt útróðrarbátin, Líðhamar, sum eisini er skiftur út. Gamli Líðhamar var ein gamal útróðrarbátur, bygdur úr eik í Danmark í 1947.
Nýggi Líðhamar er ein lutfalsliga stórur og innilokaðan glastrevjabátur, keyptur úr Íslandi. Meðan hin gamli var merktur til 67 tons, er hin nýggi, sum eisini hevur egningarmaskinu, merktur sløk 30 tons.
Men, søgan hesaferð snýr seg ikki um Líðhamar. Tað er Jákup B – ella fyrrverandi Klakkur, sum vit umrøða, og hann eiga brøðurnir, Helmar og Óli, saman við Kósini í Klaksvík.
Gamli Jákup B, sum familjan hevur átt síðan í fyrru hálvu av nítiárunum, var eitt ísfiskalínuskip, bygt í 1960, men nýggi Jákup B og fyrrverandi Klakkur, er bygdur í 1989. Hóast skipið ikki er nýtt, var hetta kortini ein munandi endurnýgging hjá brøðrunum í Klaksvík.
Í eina tíð høvdu teir arbeitt við einari ætlan at keypa eitt frystilínuskip, og tá møguleikin beyðst, tí táverandi Klakkur skuldi skiftast út, tóku teir av, og tað hava teir ikki angrað.
Gamli Jákup B var væl slitin, og skuldu brøðurnir hugsað um at dagføra skipið, hevði hetta kostað nógvar milliónir. Fyrimunirnir við at keypa gamla Klakk vóru eisini, at nú fingið teir eitt frystilínuskip við nógv størri møguleikum, enn eitt ísfiskalínuskip hevði.
Hin 4. januar í 2020 skrivar Óli M. Lassen á sínum Facebook-vanga soleiðis:
”Í nátt klokkan 04 stevndi okkara frystilínuskip M/S Jákup B út eftir vánni á veg til fiskiskap. Ein stór løta. Eg ynski tykkum øllum ein góðan túr...”
Sum skilst, var ætlanin fyrst at royna nakrar dagar undir Føroyum, til veður var at leggja kósina vestur í hav – móti Flemish Kap.
Tá gamli Jákup B var ísfiskalínuskip, høvdu fleiri av manningini ikki verið við frystilínuskipi áður. Tí skuldi manningin bæði venja seg við skipið og við arbeiðið at frysta fiskin umborð.
Hin 14. februar í 2020 – ella stívliga fimm vikur eftir, at teir høvdu loyst á fyrsta túri við frystilínuskipinum, Jákupi B – sigur Helmar Lassen við heimasíðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at Flemish Kap var ein góð uppliving.
Hann vísir á, at hetta var fyrsta ferðin, at hann hevði verið á hesum leiðum.
- Einaferð vóru vit ávegis við gamla Jákupi B, men vit fingu maskinskaða og komu tíverri ikki yvir.
Um fyrsta túrin, teir nú høvdu gjørt við nýggja skipinum hjá reiðarínum, sigur hann soleiðis:
- Skipið royndist væl, og fiskiskapur og hagreiðing umborð gekk væl. Gott var at hava tveir garvaðar menn frá Klakki við, sum hava siglt við skipinum í fleiri ár. Avgerðin at fáa okkum eitt frystilínuskip kennist røtt og spennandi, segði Helmar Lassen eftir fyrsta túrin við nýggja skipinum.
Henda túrin høvdu teir 250 tons, og tá vóru nøkur tons í lastini, sum teir høvdu fiskað undir Føroyum, áðrenn teir fóru yvir á Flemish Kap.
Helmar hevur frítúr
Spola vit nú tíðina fram til dagin í dag, og tá vit gjørdu samrøðuna í desember, var Jákup B á sínum seinasta túri í hesum árinum, og skipari henda túrin var John Kári Jacobsen, sum býr í Hvannasundi. Helmar Lassen hevur frítúr og er í landi. Teir báðir skiftast um at føra skipið – og eru vanliga ikki umborð í senn.
- Tað er skjótt at grenja, men í ár grenja vit ikki, hvørki um fiskiskap ella fiskaprís. Vit hava havt eitt gott ár, bæði við Jákupi B og útróðrarbátinum, Líðhamri, sigur Helmar Lassen, tá vit høvdu hann í telefonini.
Hann sigur, at fiskiskapurin sum heild hevur eydnast væl í ár, bæði í Íslandi, Grønlandi og á Flemish Kap, og tað hevur eisini gingið heilt hampiligt undir Føroyum, eins og fiskaprísurin hevur verið góður.
- Eg vænti, at tá vit loysa aftur eftir nýggjár, verður farið beint til Íslands, har vit eiga tveir túrar. Síðan eiga vit ein túr í Grønlandi og at enda stívliga 100 tons á Flemish Kap, sum helst verður farið eftir einaferð tíðliga í summar, kanska longu í mai.
##med2##
Línuflotanum vantar dagar
Helmar Lassen vísir á, at eitt, sum kann gerast keðiligt næsta ár, er, at fiskidagarnir hjá fleiri línuskipum helst verða uppi, tá vit koma út á heystið.
- Jákup B fiskar nú við fiskidøgum úr sonevnda buffaranum, og tað gjørdu vit eisini á túrinum undan hesum. Um fleiri dagar ikki verða tillutaðir á Føroyagrunninum, stúri eg fyri, at fiskidagarnir hjá fleiri línuskipum verða uppi næsta heyst.
Skiparin sigur, at hetta veldst alt um, hvussu skjótt tað gongur at fiska kvotuna ávikavist í Íslandi, Grønlandi og á Flemish Kap.
- Gongur tað líka skjótt í komandi ári, sum tað gjørdi í hesum árinum, fara fleiri línuskip at mangla fiskidagar í 2026.
Hann sigur, at tað serliga er túrurin á Flemish Kap, sum vanliga er tann seinasti í fremmandum sjógvi, ið verður flættaður við annan túr, helst undir Føroyum.
- Hinar túrarnar, eitt nú í Íslandi og Grønlandi, plaga vit at hava fulla last, og tá er ikki pláss fyri at royna aðrastaðni á sama túri. Hinvegin er kvotan á Flemish Kap bara upp í ein part av lastini.
Helmar Lassen vísir á, at tá túrurin á Flemish Kap er lokin, verður bara Føroyagrunnurin eftir, og her hevur tíbetur eisini verið væl at fingið í ár.
- Í heyst hava vit fingið mest av toski, hýsu, longu og brosmu undir Føroyum, sigur hann.
Indonesar roynast væl
Umframt føroyingarnar við Jákupi B eru eisini fimm mans úr Indonesia við á hvørjum túri, og hetta hevur riggað sera væl.
Skiparin sigur, at hetta eru alt raskir, fittir og dámligir menn, sum eru góðir at vera saman við, og teir eru takksamir fyri møguleikan at sigla við føroyskum skipum.
Sjálvur var Helmar Lassen júst fyltur 17 ár, tá hann fór sín fyrsta túr við gamla Jákupi B í 1993, sum pápin, Grímur Lassen, hevði keypt.
Tað var Sámal Jákup Olsen, sáli, sum førdi skipið, og tað gjørdi hann øll tey fyrstu árini, og Helmar sigur, at hann var ein góður skipari.
- Í mínari tíð virkaði pápi sum útgerðarmaður, eins og Óli, beiggi mín, ger í dag, og pápi var við í øllum, tó at hann var fáar túrar við skipinum, soleiðis sum eg minnist.
Hvørjar eru so vónirnar fyri 2026?
- Jú, eg haldi, at tær eru hampiliga góðar, og vit kunnu bara vóna, at tað fer at eydnast væl á fjarleiðum, og at tann fiskiskapur, sum er í føroyskum sjógvi í dag, heldur fram.
Helmar Lassen endurtekur, at avbjóðingin næsta ár helst verður fiskidagarnir, sum eftir øllum at døma fara at ganga undan hjá fleiri línuskipum, tá vit koma út á heystið.
- Øll míni ár á sjónum havi eg næstan bara fiskað við línu. Millum túrarnar við Jákupi B havi eg verið onkran snellutúr við Líðhamri í Íslandi.
Hugurin er góður
Helmar er giftur Judit Lassen.
- Av synunum er tað serliga hin sjey ára gamli, Jógvan, sum hevur ógvuliga góðan hug til sjógvin, tó at hann bert er ein stórur smádrongur, og so er tað Árni, sum er 16.
##med3##
Brosandi sigur Helmar Lassen, skipari á Jógvani S, at hann hevur sagt við synirnar um heldur at fara at gera okkurt annað enn at velja sær sjólívið sum lívsstarv.
- Tað er ikki vist, at eg meini tað kortini, og eg vænti heldur ikki, at Árni og Jógvan høvdu lurtað eftir mær, um so var. Mær hevur altíð dámt væl á sjónum, og tað geri eg framvegis, og tað er hugaligt, nú tað gongur væl, sigur Helmar Lassen.












