HAGTØL
Talið á fólki, sum eru deyð av ólukku seinastu tíggju árini, liggur millum 6 og 23 á hvørjum ári. Hetta sæst í heilsulagslýsingini hjá landslæknanum fyri Føroyar fyri 2000, sum júst er komin. Í fjør doyðu 12 fólk av ólukku, harav trý í ferðsluni.
Ein uppgerð yvir nýtsluna av trygdarbelti millum bilførarar og ferðafólk, sum doyðu í ferðsluni í tíðarskeiðnum frá 1. januar 1986 til 31. desember 1999 vísir, at átta teirra nýttu trygdarbelti ella hjálm, meðan 37 fólk nýttu hvørki trygdarbelti ella hjálm. Í tíggju førum ber ikki til at ávísa, um trygdarbelti ella hjálmur vóru nýtt. Landslæknin metir, at umleið helmingurin av teim 37, sum doyðu í ferðsluni hesi fjúrtan árini, uppgerðin umfatar, kundu verðið bjargað um tey høvdu nýtt trygdarbelti. Sostatt kundi trygdarbelti havt bjargað 18 fólkum, í nógv flestu førum ungfólkum. Tí er sera umráðandi, staðfestir landslæknin, at bilførarar og fólk, ið annars ferðast í bili, altíð brúka trygdarbelti -uttan mun til, hvussu langur ella stuttur teinurin er.
Í fjør vóru trý andlát orsakað av falli ella omandøtti. Í fýra førum doyðu fólk av, at luftvegirnir vóru stongdir. Tvey druknaðu og somuleiðis tvey beindu fyri sær. Talið á sjálvmorðum á hvørjum ári seinastu árini liggur um tvey, í fyrraárið var einki sjálvmorð meðan í 1992 vóru seks sjálvsmorð. Vit skulu heilt aftur til 1988, tá ið seinasta drápið varð framt í Føroyum.