Nýggjarársrøðan hjá løgmanni er ikki fyriskrivað, og tí verður einki orðaskifti í tinginum um innihaldið.
Kortini kundi Jóannes Eidesgaard ynskt, at nakað ítøkiligt um førda politikkin var at hóma, eitt nú á pensiónsøkinum, men her stendur alt í óvissu.
? Anfinn Kallsberg ger nógv burturúr marknamálinum og ES, og tað er fyri sovítt í lagi. Eg kundi kortini hugsað mær at vita meir um, hvat samgongan vil í málinum um fullveldi og sjálvberandi búskapin, sigur Jóannes Eidesgaard.
Eingi tekin
um nýhugsan
Hann kundi eisini hugsað sær at frætt meir um tað, sum løgmaður áður hevur sagt, at Landsstýrið vil føra fíggjarpolitikk, sum ber fram móti fullveldinum. Heldur ikki tað er sjónligt enn. Fíggjarlógin ber ikki boð um nakra nýhugsan. Hon er bert ein framskriving av tí undanfarnu.
? Tað er greitt, at løgmaður ikki vil stoyta nakran. Øll fáa síni mál við. eisini Tjóðveldisflokkurin. Røðan er ikki ein útmelding um, hvat koma skal. Fullveldið er framvegis málið, hóast tað er væl innballað. Eg hevði væntað mær ein setning, sum fólkafloksfólk vanliga brúka, eitt nú at búskaparligt frælsi er fortreytin fyri politiskum frælsi, men hann kom ikki, sigur Jóannes Eidesgaard.
Tá løgmaður nevnir fullveldi, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum, at hann tosar eftir bókini, men velur at nevna politikkin undir búskaparpartinum, fyri ikki at stoyta Tjóðveldisflokkin, sum m.a. sigur, at alt skal halda fram sum higartil, meðan Fólkaflokkurin vil hava aðra samfelagsskipan, sum ber í sær, at samfelagið skal gerast ein mia. krónur bíligari at reka, sigur Jóannes Eideesgaard.
Fittur og loyalur
Hann heldur annars at nýggjársrøðan er afturlítandi, og at løgmaður brúkar nógva tíð at tosa um farna árið.Tað ber eisini væl til, tí árið hevur hilnast so avbera væl. Eitt nú við juniavtaluni og við at brúka búskaparligu lyklatølini, sum øll peika upp eftir. Tað er bert at gleðast um, sigur formaðurin, men løgmaður kundi, eins og aðrar stjórnarleiðarar, sagt eitthvørt um búskaparlig inntriv í forbrúkinum, eins og danski forsætisráðharrin nevndi í sínari røðu.
? Tað er greitt, at Anfinn Kallsberg gamlaárskvøld vil vera fittur og loyalur móti øllum.
Hóast truplar lønarsamráðingar standa fyri framman, nevnir hann málið um at tálma lønarvøkstrinum, men hann kundi verið meira ítøkiligur í hesum máli.
Heldur ikki nevnir hann størsta trupla málið í løtuni, nevniliga bygnarbroytingarnar og tað sum hendi við Landsverkfrøðingsstovninum.
? Øll vita, at her stendur ikki væl til, men eg haldi, at løgmaður átti at tikið málið fram, og sagt Føroya fólki, hvat skal henda í hesum føri, men hann sigur einki.
? Samanumtikið kann sigast, at nýggjársrøða løgmans er ikki ein, sum vit fara at minnast leingi - og hon fer als ikki í søguna, sigur Jóannes Eidesgaard.