Henrik, Kristin og Bjarni stilla upp í Suðuroy

Listin hjá Javnaðarflokkinum er liðugur – og tríggir mans bjóða seg fram at umboða oynna í løgtinginum.

Listin hjá Javnaðarflokkinum er liðugur – og tríggir mans bjóða seg fram at umboða oynna í løgtinginum.

 

Teir eru Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingsmaður, Bjarni Hammer, varaborgarstjóri á Tvøroyri, og Henrik Old, løgtingsmaður.

 

Henrik Old er gamal í garði. Hann stillaði upp fyrstu ferð í 1984, tá hann varð valdur. Í 2004 gjørdist hann akkurát ov stuttur, men tók kortini sæti á tingi sum varamaður fyri Jóannes Eidesgaard, meðan hann var løgmaður og fíggjarmálaráðharri. Í 2008 stillaði Henrik Old ikki uppaftur, men í 2011 gjørdi hann eitt come-back og stillaði uppaftur og varð valdur.

 

Kristin Michelsen stillaði fyri fyrstu ferð upp til løgtingsvalið seinast og varð valdur. Bjarni Hammer stillar uppfyri fyrstu ferð til løgtingsval.