Henrik stóð fráfaringarroyndina

Føroyar hildu Ísrael frá málinum í 90 minuttir, og vit høvdu eisini seinasta orðið í dystinum. Bert spell, at ísrael kortini skuldi skora í 1. og 92. minutti. Men tað skerst ikki burtur, at dysturin var eitt gott prógv um, at Henrik Larsen hevur havt eina hepna hond í framda ættarliðsskiftinum á landsliðnum

Tel Aviv, Ísrael: Hóast talan enn eina ferð gjørdist um eitt av teimum so væl kendu heiðurligu tapunum, so fekk føroyska fótbóltslandsliðið sett eitt hampuliga pent punktum fyri hesi undankappingini. Og fyri tíðarskeiðinum hjá Henrik Larsen sum føroyskum landsliðsvenjara.

Katastrofalt
Tað var annars ikki tað, sum lá í kortunum, tá dysturin byrjaði. Einans 50 sekund vóru farin, tá Jákup Mikkelsen framdi ein av størstu brølarunum, sum hann man hava framt øll tey árini, sum hann hevur verið málverji. Talan tóktist vera um vandaleysa støðu, tá Jón Rói Jacobsen legði aftur til málverjan, men av einhvørjari orsøk, so tamdi Jákup bóltin beina leið til Yossi Benayoun, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar við at senda bóltin í tóma málið.
Hetta kundi verið startskotið hjá Ísrael, sum helst skuldi vinna ein trivaligan sigur, um teir skuldu standa seg í HM-undankappingini. Og ivaleyst kundi hetta eisini skelka føroyingarnir, sum vóru so langt heimanífrá, sum teir nakran tíð hava verið. Og tá Johan Byrial Hansen eftir stutta tíð skaddur noyddist av vøllinum, sá einki serligt út.
Men tað var ikki tann snaringin, sum dysturin tók. Ein blanding av føroyskum treiskni og - kanska - ísraelskum lættsinni gjørdi, at Føroyar ístaðin komu væl við í dystin. Fyrstu løtuna eftir málið var kanska eitt sindur nervakent frá okkara síðu, men hampuliga skjótt komu okkara heilt væl inn í dystin.
Orsøkirnar til hetta vóru helst fleiri. Ein var heilt klárt, at Ísrael ikki hevur eitt lið, har spælararnir eru vanir við at vera teir, sum skulu skapa dystin og trýsta mótstøðuna. Gaman í var talan um offensivt útgangsstøði við eini 4-3-3, men uppstillingin fekk ongantíð ætlaðu effektina. Tí meðan álopið og partur av miðvøllinum royndu at trýsta, var hin helvtin av liðnum meira ella minni í verjustøðu, og tí fekst ikki nakað skipað trýst móti føroyska liðnum.
Og hartil, so dugdu okkara eisini at gera sær dælt, tá teir brádliga komu eftir, at teir fingu bæði tíð og pláss at spæla á miðvøllinum.

Áttu at javna
Ikki minst gav hetta seinasta úrslit, tá føroysku spælararnir royndu at halda bóltinum í egnari røð, fyri síðani at spæla djúpt inn um ísraelsku verjuna, sum í fleiri førum var púrasta uttan javnvág, tá roynt varð at trýsta spælið niðaneftir.
Í mun til fleiri av stóru tjóðunum, sum vit so ofta takast við, so høvdu ísraelsmenn ikki so øgiliga stórar fyrimunir í skjótleikanum. Og tvær ferðir varð hetta eisini prógvað, tá Rógvi Jacobsen varð spældur leysur inn um verjuna. Fyrru ferðina varð talan tó um eina dribling ov nógv, tá Rógvi vildi hava bóltin yvir á vinstra bein, heldur enn at royna seg við kalda høgraf-ótinum. Og seinnu ferðina skeyt hann beint í krovið á málverjanum, eftir at hava strítt seg fram í brotsteigin.
Var talan um eitt land við kaldari veðurlagi, so kundi føroyska yvirvágin kanska eisini verðið enn størri, men seinastu løtuna undan steðginum tóktist, sum vóru kreftirnar hjá okkara um at ganga undan. Gaman í varð spælt á kvøldi, soleiðis at hitin ikki var heilt so ógvusligur, sum hann var um dagin, men framvegis vóru eini 25 hitastig, og luftin var sera tung hjá okkara spælarum.
Og tað var eisini sjónligt, at hetta er nakað, sum ísraelar eru vanir við. Eins og balkan-londini hava sín serliga spælistíl, og ferðin í longum løtum er lá, fyri síðani at økjast ógvusliga. Hjá Ísrael kom hendan løtan seinastu 8-10 minuttirnar undan steðginum, og vórðu okkara í longum løtum kroystir langt aftur á vøllin. Jákup Mikkelsen mátti eisini sýna síni kynstur fram, tá hann bjargaði frá leysa Benayoun, men í aðrar mátar var tó merkiliga sjáldan, at føroyski málverjin mátti vísa síni kynstur. Møguleikarnar høvdu vertirnir annars, men alt ov ofta varð skotið og stútað fram við málinum.

Ótrúligt mál
Eftir steðgin tóktist greitt, at ísraelar høvdu fingið av at vita frá venjara sínum. Í øllum førum løgdu teir øgiliga hart út, og fyrsta lítla korterið var aftur eitt langt álop.
Føroyski múrurin stóð tó royndina, og so líðandi kom aftur glið í føroyska spælið. Kanska ikki heilt so gott, sum tað var fyri steðgin, men vit vóru kortini aftur væl við. Ikki minst riggaði miðvøllurin við Fróða og - serstakliga - Inga framúr, og millum miðvøll og álop var Rógvi góð sambinding. Vandamestu støðurnar komu tó í høgru, har Christian Høgni Jacobsen var ein støðug hóttan móti verjuni. Fleiri ferðir bjóðaði hann við hepni av móti beinleiðis mótstøðumanninum, og vóru innleggini nakað neyvari ella kanska harðari, so kundi okkurt eisini spurst burtur úr hesum.
Mál komu tó ikki, og spakuliga fóru føroyingarnir av álvara at møðast. Mongu hitastigini og til tíðir høga leikferðin hevði at kalla mergsoðið allan mátt úr okkara monnum, og fyri tað nógva tóktist tað bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn leiðslan varð økt. Og tíðin til hetta var í yvirtíðini. Føroyingarnir megnaðu ikki at rudda burtur, og tá Benayoun, sum aftur hesa ferð var besti maður á vøllinum, í aðru atløgu legði innfyri, kundi innskifti Michael Zandberg prika bóltin millum beinini á Jákupi Mikkelsen.
Tað líktist aftur eitt av teimum so væl kendu heiðurligu tapunum, og tað bleiv tað sum so eisini. Men føroyingarnir syrgdu tó fyri, at tapið varð enn meira heiðurligt, og at Henrik Larsen loksins fekk orsøk at fegnast um eitt mál. Eftir at hava givið bóltin upp, sendi Ingi Højsted langt fram til Símun Samuelsen. Hann var staddur langt úti í borðinum, men tá eingin spælari var komin niðan í brotsteigin, langaði vágbingurin bara til við uttaru-síðuni, soleiðis at bólturin skrúvaði móti nærmasta horninum, har málverjin bert megnaði at skumpa hann seinasta pettið í netið.

Breiddin er styrkt
Saman um tikið gjørdist talan soleiðis um eitt hampuliga gott farvæl til landsliðsvenjaran seinastu trý árini, og sjálvur kundi hann helst eisini staðfesta, at framda arbeiðið hevur verið á eini leið.
Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu fráverulistin undan dystinum í Tel Aviv sá út. Todi Jónsson, Súni Olsen og Jákup á Borg eru allir meira ella minni berandi spælarar á liðnum, men hvørgin teirra var hesa ferð við. Hartil kann so leggjast, at eitt nú John Petersen og Pól Thorsteinsson nú hava biðið landsliðnum farvæl, meðan Julian Johnsson er langtíðarskaddur. Tað vil við øðrum orðum siga, at av føstu spælarunum fyri bara einum ári síðani, er góður helmingur ikki tøkur longur, og tað hevur sett krøv til nýggju kreftirnar. Og hóast hesar fyri tað nógva eru óryndar, so prógvaðu teir - saman við teimum gomlu - at knotur eru í føroysku spælarunum. Og at tað heldur ikki næstu undankapping verður talan um nakran lættan dyst, tá Føroyar standa hinumegin.