Tá løgtingið í morgun viðgjørdi uppskotið til fíggjarlóg fyri 2016, nýtti landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, høvi at boða frá broytingum í ferðaætlanini hjá Smyril og Teistanum. Harumframt bar hann fram, at hann ynskir at útseta byggingina av nýggju Nólsoyarferjuni. Tað skrivar ting.fo.
Henrik Old boðaði tinginum frá, at hann ynskir at útseta byggingina av ferjuni til Nólsoyar til fast samband er til Sandoynna. Sambært in.fo, so vísti landsstýrismaðurin á, at tað ikki gevur meining at byggja eina ferju, sum er so lítil, at hon ikki kann avloysa aðrastaðni.
Í besta føri merkir tað, at nýggja ferjan er útsett til 2021, tá Sandoyartunnilin eftir æltan skal verða liðugur.
Sandoyingar og tey í Hesti kunnu tó ugga seg við, at Teistin framyvir skal sigla fleiri túrar. Landsstýrismaður segði nevniliga, at Teistin framyvir eisini skal sigla um middagsleitið leygardag og sunnudag.
Broytingin í ferðaætlanini hjá Smyril inniber, at ein eyka túrur verður lagdur mikudagin, soleiðis at ferðaætlanin verður tann sama sum mánadag.
Tað vil siga, at fyrsti túrurin fer at Krambatanga klokkan seks um morgunin, meðan síðsti túrurin fer av Havnin klokkan níggju um kvøldi.