15. partur
-------------------
Tað er so ótrúligt, sum alt er broytt í mínum lívi. Men størstu broytingarnar eru komnar av ravmagninum, sum gjørdi alt so nógv lættari. Vit fingu ravmagn innlagt miðskeiðis í 1950-árunum.
Bert at hugsa sær munin millum alt stríðið við torvinum, og so bert at trýsta á ein knøtt!
Eitt dømi um týdningin av hesum er vasking av klæðum. Fyrsta eg minnist var alt gjørt við handamegi, eisini uttandura.
Fyrst skuldu klæðini setast á blot í soda. So skuldu tey skolast í køldum vatni. Síðan skuldu tey í eina vaskigrýtu og aftaná tað skrubbast á einum vaskibretti.
So skuldu klæðini aftur skolast og vindast fyri at fáa vatnið úr teimum. Vóru hetta stór pløgg sum løk, máttu tvey um hetta.
Út á summari vórðu klæðini løgd á blik á bønum. Tá blivu ódámað klæði púra rein. Aftaná skuldu klæðini aftur skolast og hangast upp at turka. Tá kundi eg brúka ein heilan dag at vaska klæði.
Men so kom ein kollvelting, og tað var vaskimaskinan. Ikki automatisk sum í dag og ikki í hvørjum húsi heldur.
Nei, ein vaskimaskina kom til bygdina og í Syðrugøtu var tað Líggjas á Fløttinum, kallaður Fløttur, sum fekk hana. Vaskimaskinuna bar til at leiga fyri fimm krónur um dagin, nokk so fitt tá í tíðini. Fløttur kom við henni í eini trillubøru kl. 7 á morgni, og so hevði eg hana allan dagin.
Hesar vaskimaskinur kundu ikki annað enn at vaska, tað vil siga at tað slapst undan at brúka vaskibretti.
Hetta var ein lætti, men framvegis skuldu klæðini kókast. Vaskimaskinan hevði eina rullu, sum klæðini kundi koyrast ígjøgnum, so tað slapst undan at vinda tey. Men kortini var hetta roknað sum ein óførur lætti. Og so ikki um at tala í dag, tað bert er ein knøttur, sum skal trýstast á fyri tað, sum fyrr kundi taka ein heilan dag!
Gott grannalag
Annars var so gott ímillum húsini hjá okkum og uppi hjá Ingu Dalbø, sum búði beint omanfyri okkum. Tá ið vit høvdu handil í kjallaranum plagdi eg at vaska í kjallaranum hjá teimum. Maður Ingu, Mikael, var tá deyður, og Inga, ella Tofta Inga, sum vit kallaðu hana, var so ótrúliga fitt. Hon plagdi at hjálpa mær at vinda tey stóru pløggini.
Inga var eisini so sera góð við Zakaris hjá okkum. Eg bað hann eina ferð fara niðan til Ingu, so hon kundi fortelja honum eina søgu. Hetta riggaði so væl, at hann líkasum búði har. Tey blivu øll so góð við hann har uppi. Mikael var annars ættaður úr Barbustovu. Hann hevði mammu av Dunganum og var systkinabarn Poul Andreas.
Óalmenn telefonstøð
Vit fingu telefon nokkso tíðliga, tá vóru bert fáar telefonir í bygdini. Hetta merkti, at fólk ofta komu inn til okkara at ringja, og at ringt varð til okkum at boðsenda ein granna, sum tosast skuldi við.
Eg kundi sita undir kúnni og mjólka, tá onkur av okkara smáu børnum kom út í fjósið við telefonboðum. So eg inn at tosa, men tá kundi tað vera telefon til onkran í grannahúsunum. So aftur í fjósið, og børnini vóru send við telefonboðum, soleiðis kundi vera.
Fjallgonga
Fjallgonga var ein stórur dagur í einum bóndahúsi. Áðrenn farið var á fjall, kom øll fjallmanningin inn at fáa sær morgunmat, har var borðreitt við øllum góðum. Tað vóru altíð gentur og dreingir við eisini.
Tá fjallfólkið kom á rættina, hevði eg bakað pannukøkur, so tey kundu fáa ein góðan drekkamunn á rættini.
Tá liðugt var á rættini komu øll heim at fáa sær døgurða, omaná var lagkøka og kaffi. Hetta var ein høgtíðsdagur burtur av.
Keyptu ikki døgurðamat
Tað vóru ikki pengar millum fólk, á sama hátt, sum tað er í dag. Tá farið var í handilin at keypa mjøl, sukur og annað at matgera við, høvdu vit bók við. Alt sum vit keyptu, varð skrivað upp í bókina, og so gjørdu vit upp eina ferð um mánaðin. Onkuntíð flettu vit eina kúgv og lótu hana í handilin at keypa fyri.
Lønandi arbeiði var ikki so nógv í bygdini tá. Eg minnist, at tá Ingrid, okkara sætta barn , varð fødd 10. juli 1952, var fyrsti dagur, sum Poul Andreas fekk arbeiðsboð tað árið. Men tá hann í 1962 fekk arbeiði hjá Telefonverkinum, var betur á hesum øki. Tá hevði hann arbeiði hvønn dag. Hann var í hesum arbeiði í 24 ár, til hann 75 ára gamal legði frá sær fyri aldur.
Tað kom ikki til hugs at keypa døgurðamat. Tað kundu vera tíðir, tá ið nógvur fuglur var at fáa. Tá var feskur fuglur etin hvønn dag, so leingi fuglurin kundi sigast at vera feskur. Men tá nakað var fráliðið mátti tað, sum var eftir av fuglinum, saltast í tunnur. Seinni kundi hann so nýtast útvatnaður til døgurða. Men hetta var kanska ikki tað sama.
Hetta broyttist alt, tá ið vit fingu ravmagn og tað bar til at frysta. Í fyrsta umfari hendi hetta við, at turkihúsið í Syðrugøtu fekk frystiboksir, sum fólk kundu leiga. Hetta var eitt ótrúligt framstig, hóast ferðingina aftur og fram í turkihúsið. Tað lætti ikki minni um, tá ið frystiboksirnar komu.
Seiður var góður
Seiður var eisini eitt gott ískoyti til matin. Bæði Norðragøta og Syðrugøta vóru góð seiðapláss. Hetta merkti, at tað fekst væl av seiði við nót. Tað vóru fleiri nótir í báðum bygdum, sum menn áttu í. Vit áttu part í Ullnótini.
Eg minnist, tá ið Hans í Bartalstovu kom við nótaboðum. Tá var at sleppa sær avstað sum skjótast. Helst hava teir við seiðakikara sæð torvur av seiði inni við land, og tá ráddi um at gera skjótt av.
Við nót kundi fáast nógvur seiður, og tað kundi vera nógv í part. Tað var eisini eitt stórarbeiði at fáa hann til sættis. Hann skuldi jú kryvjast og greipast at hanga upp.
Men í fyrsta umfari fekst møguleikin at fáa feskan seið og livur saman við eplum til døgurða. Tað smakkaði ótrúliga væl. Livurin var kryddað við salt og pipar, og hetta gav ein sera góðan smakk. Slík livur smakkaði eisini sera væl uppá breyð.
Sum frá leið fekst so eisini ræstur seiður, og upp aftur seinni turrur seiður. Turra seiðin plagdu vit at hanga upp undir mønuna inni í hjallinum.
Tað vanliga var at buka seiðin, men eg minnist eisini norðuri í Streymnesi, at pápi plagdi at eta turran seið óbukaðan.
Eitt annað forkunnugt íkast til døgurðamatin var, tá ið pápi og beiggjarnir komu av skipi við saltmati sum kjálkum og lippum.
Munur var á konufólka- og mannfólkaarbeiði
Í hesi tíðini var greiður munur á hvat var mannfólkaarbeiði, og hvat ið var konufólkaarbeiði. At mjólka var greitt konufólkaarbeiði. Tað var nærum skomm hjá manni at mjólka.
Hetta kravdi eina raska konu!
Bjarta, yngsta dóttir Hensiu, greiðir frá hvussu hon minnist mammu sína á hesum økinum:
Beiggjarnir vóru inniløgumenn. Teir vóru ofta á floti, fingu nógvan fisk, og eisini skutu teir fugl og harur.
Men teir tóku onki upp av hesum, tí tað var konufólkaarbeiði, hjá okkum í hvussu er. Fiskin kruvdu teir kortini.
Teir kundu fáa nógvan fugl, lomvigar og álkur. So settu vit okkum, mamma og systrarnar í kjallaran at royta, eg minnist, at onkuntíð fingu teir heilt nógvan fugl. Vit sótu í tímavís og royttu, fingrarnir vóru viðtiknir. So at svíða og reinsa fuglin.
Tað var tað sama við fiskinum, har var tað mest mamma, sum skar av fiskinum og gjørdi frikadellur, knettir og fiskabollar og nakað var brúkt til flak. Hon kundi standa í tímavís og taka upp. Um hon fekk hjálp, so var tað av okkum systrunum, men eg minnist ikki, at vit hjálptu nakað serligt til við tí.
Eisini fortaldi mamma mær frá einaferð Jákup, beiggin, hevði verið og dyrgt. Eg haldi tað var við Hjalgrim Poulsen, kendur sum hýruvognskoyrari. Tá teir komu aftur fór mamma út á støðina at taka ímóti, tí um teir høvdu fingið eitt sindur, vildi hon byrja beinanvegin, tí hon skuldi til Havnar morgunin eftir til frisør. Teir fingu so nógv av fiski, at mamma gjørdi 100 knettir og 200 frikadellur, so hon stóð til kl. 4 um náttina, og síðani við rutuni til Havnar um morgunin.
Stórt húsarhald
Tað var eitt stórt húsarhald. Mamma gjørdi nógv burturúr matinum. Hon dugdi sera væl at fáa alt at smakka væl. Høvdu vit grind til døgverða, so var fast, at hon bakaði pannukøkur omaná.
Suppur gjørdi hon ofta omaná døgurða, reyða og hvíta sagosuppu, blaksuppu, fruktsuppu, rabarbusuppu, bollamjólk og budingasuppu.
Um summarið fingu vit koldskål, sum sjálvandi var heimagjørt, umframt ymiskar mjólkarættir. Mjólkin mátti jú brúkast, hon kundi ikki fara til spillis. Tá eg var barn, høvdu vit ikki køliskáp. Vit ótu eisini ofta rómastamp.
Tá onkur kúgv hevði kálvað, gjørdi mamma ketilost. Hon gjørdi nógvar ferðir upp í grýtuna, og so bóru vit í spannum út í fleiri hús, sum ikki høvdu kúgv, men sum ynsktu at fáa ketilost. Soleiðis var lívið tá.
Sunnudag fingu vit betri døgurða og betri dessertir omaná. Tá fingu vit sviskugreyt, floyalsgreyt, buding, rabarbugreyt, onkra lekra súreplakaku, ís og frukt.
Ítriv
Um kvøldarnar spældu vit ofta kort, vetrarkvøldini. Har dámdi mammu so sera væl at spæla whist, hon elskaði at melda hálvasól, tað var tað allarbesta. Vit spældu spøl, tá vit vóru inni, men vit spældu mest úti, tað var niðri á sandi, sum var okkara besta spælipláss, bæði í brimi og í góðum veðri. Har var ongin, sum kom oman at siga hvussu vandamikið tað var í briminum. Vit fóru til hús, tá ið vit vóru svong ella køld
Børnini hjá Hensiu og Poul Andreas við makum eru:
Begga f. 1943 og Kári – 2 børn, 4 barnabørn og 1 langommubarn
Jórun f. 1945 og Per - 1 son og 3 barnabørn
Jákup f. 1946 og Lena – 4 børn og 7 barnabørn
Zakaris f.1947 og Julia – 5 børn og 5 barnabørn
Michael f. 1949 og Ása – 5 børn og 6 barnabørn
Ingrid f.1952 og Hans Jákup – 5 børn og 8 barnabørn
Elin f. 1954 og Wilmar – 8 børn og 6 barnabørn
Bjarta f. 1956 og Osvald – 4 børn
Øll børnini búgva í Føroyum og øll ommubørnini uttan eitt búgva í Føroyum. Onkur er tó í Danmark í lestrarørindum.
Tey hava øll á ymiskan hátt givið síni íkøst til okkara samfelag.
Tann, sum hevur skrivað hesa røð er javngamal við Beggu, og vit gingu í skúla saman í Gøtu skúla. So vit nærkast teimum 69 árunum bæði.
Nøgd við lívið
Nú henda samrøða er komin at enda sigur Hensia:
Tá eg nú líti aftur eftir, so má eg siga at eg eri sera væl nøgd við lívið, og eg má takka Gudi fyri góða heilsu, og at hann hevur givið okkum ríkar løtur og eina so stóra familju.
Nú er familjan blivin so fjølment, so um vit telja børnini hjá okkum við teirra makum, teirra børnum við makum og børnum, so eru vit 117 í tali og fýra eru á veg, sum vit vita um.
Tøkk til Hensiu
Nú eru vit komin til endan á hesi áhugaverdu røðini við Hensiu. Havi altíð vitað, at Hensia er eitt skilafólk. Tað hevur eisini leingi verið havt í huganum at hava eina samrøðu við hana. Tíbetur eydnaðist tað sera væl. Dóttirin Bjarta skal eisini hava tøkk fyri hennara medvirkan.
Her hevur verið talan um bæði søgu úr Streymnesi og Gøtu um lívið hjá “vanligum” fólki, og hvussu tey hava búleikast.
Tey eru nógv, sum hava sagt frá, hvussu væl teimum hevur dámað hesa frásøgn, og hon er uttan iva eitt íkast at lýsa lívið hjá fólki fyrra partin í farna øld. Veruliga gongur søgan heilt aftur í 19. øld, og hon fevnir tískil um meira enn 100 ár. Tað er sjálvsagt ikki orð fyri, hvussu alt er broytt hesa tíð.
-----
Í Sosialinum frá 26.8. 2011 er hesin stubbi:
Íslendski stoltleikin er føroyskur
Leygardagin var longu nú víðagitna bygningsverkið, Harpan, alment tikin í nýtslu. Harpan er eitt risa konsert- og opreahús, ið upprunaliga var ein partur av einari størri bygningsætlan, sum orsakað av búskaparliga kollapsinum í Íslandi varð skorin niður til bert at umfata Harpuna í fyrsta umfari. Og tað er gøtumaðurin, Ósbjørn Jacobsen, ið hevur verið leiðandi arkitektur í verkætlanini frá byrjan til enda
----------------
Komandi partur
Komandi tvær Miðvikurnar verða um eitt bjargingarbragd hjá havnarmonnum í 1913, sum hevur verið lítið kent. Hetta var tá ið Fortuna var bjargað, og skiparin á Beskytteren fekk sekkin
--------