Hent amboð hjá seyðaáhugaðum

Nýggja bókin Hagar og seyðamark er eitt sera hent amboð hjá teimum, sum fáast við seyðabrúk og annan landbúnað


Nýggja útgávan av bókini Hagar og seyðamark, ið kom út stutt fyri jól, er munandi víðkað í mun til útgávuna frá 2001. Eisini eru yvirlitini yvir hagarnar og festislistin dagførdir, og nýggj kort eru gjørd av høgunum. 



Gomul føroysk virðismeting

Ein long røð av nýggjum og áhugaverdum greinum mynda Hagar og seyðamark hesuferð.

Fyrrverandi landsantikvarurin Arne Thorsteinsson hevur eina sera forkunnuga og viðkomandi grein um merkur, alin og gyllin sum er gomul føroysk virðismeting, har m.a. verður greitt frá upprunanum til verandi markatal.

Eisini er eitt samlað yvirlit yvir ognar- og landsjørðina og hvussu stórt áseyðatalið er í hvørjari markatalsbygd. Hartil eru útrokningar, ið vísa, hvussu nógvur seyður er fyri hvønn fermetur ella fyri hvørja mørk og eisini í hektarum. 



Seyðasýningar og slátur

Víða um landið er tátturin við seyðasýningum tikin uppaftur. Av tí at endamálið við seyðasýningum er rættiliga viðkomandi fyri seyðabrúk í Føroyum, er hetta evnið tikið við í Hagar og seyðamark. Við Arthuri Johansen á Strondum og Poul Samuelsen í Haldarsvík sum heimildarmonnum er skrivað nakað um seyðasýningar í serstakari grein í bókini.

Ofta hevur verið kjakast um, hvussu vit best tryggja, at kjøt verður hagreitt rætt. Í hesum sambandi hava Ingibjørg Egholm og Elsebeth Petersen, djóralæknar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eina sera upplýsandi grein við heilsufrøðiligum ráðum um slátur, og hvussu vit hagreiða kjøtið rætt.

Tollakur Djurhuus hevur skrivað grein um seyða- og gásalitir í Øravík eftir Dánjal Jákup Mortensen, sum var seyðamaður í eitt mannaminni í Øravík.

Eisini hevur Ditlev Hammer í Hovi skrivað um gæs og gásahald í Hovi. 



Myndir og lógir

Nógvar nýggjar myndir eru við í útgávuni. Eitt nú er litmynd, ið vísir býtið millum lands- og ognarjørðina. Eisini eru mynd av upprunaseyðinum í Lítlu Dímun

Eisini er størri rúmd givin hesuferð fyri at hava allar viðkomandi lógir um landbúnað við í bókini.

Bókin er eitt sera hent amboð hjá teimum, sum fáast við seyðabrúk og annan landbúnað. Harumframt er útgávan viðkomandi hjá teimum myndugleikum, sum nevndir eru í landbúnaðarlóggávuni m.a. garðaskoðarar og øðrum.

Tað er Kári Thorsteinsson, ið hevur lagt Hagar og seyðamark til rættis og Búnaðgrunnurin, ið hevur givið hana út.

Bókin er 186 blaðsíður til støddar, prentað á Estra og innbundin á Prentmiðstøðini.