Hentaðu 18,5 tons av óruddi

Í ár ruddaðu tey í 12 ymsum bygdum og býum

Aftur í ár vóru Føroyar við í  stóra altjóða tiltakinum, World Cleanup Day, ella alheims ruddingardegnum. Í ár var ruddingardagurin leygardagin 17. september, og higartil eru eini 18,5 tons av burturkasti tald upp. Eini 1.000 fólk ruddaðu á sjálvum ruddingardegnum, men so løgdust eini 200-300 afturat vikuna eftir. Umftamt vaksin fólk, var talan eisini um skúlaflokkar, dagstovnar, feløg, fyritøkur og aðrir stovnum, ið hava verið við.

 

Tað er tann lítli, sjálvbodni, felagsskapurin, Rudda Føroyar, sum aftur nú hevur skipað fyri ruddingardegnum í Føroyum. Hetta er fimtu ferð, at tey skipað fyri, at eisini Føroyar eru við í altjóða ruddingardegnum, sum móðurfelagsskapurin í Estlandi, Let’s Do It World, skipar fyri

 

Í ár samskipaði Rudda Føroyar fyri at tey ruddaðu í Havn, í Hoyvík, í Nólsoy, í Kollafirði, í Fuglafirði, í Runavík, í Sundalagnum, í Klaksvík, í Miðvági, í Sandavági, á Tvøroyri og í Hvalb, og sum sagt hentaðu tey heili 18,5 tons av óruddi.

 

Lokalir samskiparar hava verið tey flestu støðini, og eisini hava fleiri fyritøkur og skúlar ruddað. Kavarar hava ruddað á havsins botni, bátar og bilar hava flutt, onkur gjørdi kaffi, og onkur annar bakaði bollar. Í ár hevur felagsskapurin eisini havt ein høvuðssamskipara, Sigurd Justinussen, tengdan at tiltakinum og hann hevur staðið fyri at samskipa og samskifta við partarnar, sum hjálpa til at gera ruddingardagin til veruleika.

 

Tað er alivirkið, Hiddenfjord, sum er høvuðsstuðul aftur í ár. Umframt fíggjarligan stuðul rudda starvsfólkini í Hiddenfjord á hvørjum ári. Hinar fyritøkurna, sum stuðla tiltakinum, eru, Betri, Nema, Mowi, Articon, Tryggingarfelagið Lív, Elektron, Demich, Føroya Tele, Bank Nordik, Bygma Balslev, Kirvi, Vestpack, Føroya Bjór, Sport24 Outlet, Føroya Keypssamtøka og Flyta.

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##