Adelborg Linklett í Klaksvík fekk í ár ársins herðaklapp frá Leikpalli Føroya. Við herðaklappinum fylgdu eitt skreytblað, ein eftirgjørdur gekkaskortur og ein kekkur áljóðandi 12.000,- krónur.
Umstøðurnar í Hans Andriasarhúsi Undir Pisuvarða vóru eitt lítið sindur sindur lítillætnari, enn tað, vit nýliga hava sæð úr Hollywood. Her vóru eingi sjónvarpstól, sum mólu um tey, ið møttu upp, og avmyndaðu upp og niður, mettu um, hvør hevði vakrasta ella sjáldsamasta kjólan, ella hvør nú fylgdist við hvørjum ella hevði fríggjað uttangarðs seinasta hálvárið ella so.
Í Hans Andriasarhúsi var friðaligt og hugnaligt. Her vóru fólk komin saman at heiðra ein, tey ikki ivaðust í hevði heiðurin uppibornan.
Semja um avgerðina
Men tað var ikki minni hátíðarligt enn í Amerika, hóast ikki so uppblást. Og tá úrslitið so varð kunngjørt - sum fleiri longu høvdu gitt frammanundan - vóru øll nøgd við avgerðina, sum tikin var.
Laura Joensen, formaður fyri Leikpall Føroya, beyð vælkomin og segði, at hon hevði vónað at sleppa undan at standa her aftur í ár sum umboð fyri Leikpall Føroya, tí vónir vóru til, at hon hesaferð skuldi umboða Tjóðpall Føroya.
Men so varð ikki, og tí stóð hon so her eins og Luther gamli á sinni og kundi ikki annað
Men tað gjørdi ikki góða lagið verri, og tá úrslitið var kent, vóru øll á einum máli um, at hetta var eitt gott val, útnevningarnevndin hevði gjørt.
Ein rørd Adelborg Linklett takkaði fyri heiðurin og helt, at tað kundi líka væl verið onkur annar enn hon, sum átti hetta uppiborið.
Eisini ein annar vetreranur frá sjónleikalívinum í Klaksvík, Jógvan Ósá, tók orðið á samkomuni. Hann fegnaðist Adelborg´sa vegna um heiðurin, sum hann av fullum huga tók undir við og metti verða fult uppibornan.
Grundgevingin
Í grundgevingini hjá útnevningarbólkinum, verður dentur lagdur á tað stóra arbeiðið, Adelborg Linklett hevur gjørt í og fyri Klaksvíkar Sjónleikarfelag.
Men hon hevur eisini verið virkin aðrastaðni enn í Klaksvík, tá talan er um bæði sjónleik og film.
Hon hevur millum annað fleiri feðrir verið boðsend at koma til Havnar at spæla við í sjónleiki, eins og hon hevur verið við í tveimum filmum. Í filminum »Maðurin ið slapp at fara« hevði hon ein týðandi leiklut, eins og hon eisini var við í »Bye Bye Blue Bird«.
Í grundgevingini verður eisini tikið við, at Adelborg Linklett hevur verið »primus motor« í Klaksvíkar Sjónleikarfelag, síðan tað varð endurstovnað í 1977. Í 20 ár hevur hon verið formaður, og hini árini hevur hon verið nevndarlimur.
Hon hevur oftast tikið ein leiklut á seg, tá leikir skulu setat upp í Klaksvík, vísir útnevningarbólkurin á. Og alt hitt arbeiðið, sum er í samband við sjðonleikin, átekur hon sær eisini, tá tað skal vera.
Har skulu seymast búnar. Har skal gerast pallur. Finnast skulu bæði leikarar og leikstjórar.
?Og fast hevur verið, at leikstjórarnir sum koma utaneftir, tað verið seg føroyingar ella útlendingar, búgva hjá Adelborg, greiða starvsfelagar hennara frá.
At Adelborg hevur týdning fyri felagið, bera vitnisburðurin frá starvdfeløgunum boð um. Ein teirra sigur soleiðis um Adelborg:
»Adelborg hevur havt stóran týdning fyri tey ungu, tí hon dugir so væl at fáa tey at kenna seg væl. Hon er tann persónur í Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hevur eggjað ungfólki at taka lut í listarliga virkseminum við at stimbra og menna ungdómar at gerast dugnaligir sjónleikarar.«
Eingin uppgáva hevur verið ov stór, og eingin ov lítil fyri Adelborg Linklett. Hon hevur leikt, leikstjórnað og ikki minst staðið fyri tí prakiska. Um tað er at flyta pallmundir, gera reint og ikki minst gera mat til hesi fólkini, so er hon har.
Útnevningarnevndin endar grundgeving sína soleiðis: »Hon er ein góð fyrimynd fyri onnur áhugafeløg uttan fyri meginøkið.«
.