Her er beinleiðis frásøgnin frá landsdystinum ímillum Føroyar og Russland

Russiska liðið var ein ov stórur biti at svølgja

Liðugt: Endaliga úrslitið gjørdist 15-23 til Russland. Føroyar kempaðu væl, men russisku genturnar vóru ov sterkar. Føroysku genturnar kunnu tó vera nøgdar við sítt avrik.

 

55 minuttir farnir: Málmunurin er nú minkaður niður í sjey mál, so at støðan er 15-22 til Russland. Gunnfríð P. Nólsoy skoraði 14. málið hjá Føroyum, meðan mál nummar 15 var eitt sjálvmál av russiska málverjanum. Hon fekk bóltin í ryggin aftaná, at Marianna G. Eystberg hevði skotið á stongina.

 

50 minuttir farnir: Støðan er nú 13-22 til Russland. Ida Norðfoss spælir væl á vinstra bakki og hevur skotið trý tey seinastu málini hjá Føroyum. Dysturin tykist tó avgjørdur, tí at málmunurin er so stórur.

 

44 minuttir farnir: Nú er føroyska liðið endiliga komið á máltalvuna. Støðan er 10-18 til Russland. Beinta Bárðardóttir og Gunnfríð P. Nólsoy hava skorað føroysku málini. Russisku genturnar eru ein ov stórur biti at svølgja hjá teimum føroysku.

 

40 minuttir farnir: Nú skola álopini yvir føroysku verjuna, sum næstan onki fær at rigga. Støðan er nú 8-16 til Russland. Føroyar hava onki mál skorað í seinna hálvleiki.

 

35 minuttir farnir: Føroyska liðið ger ov nógvar villur í álopsspælinum og hava ikki skorað í seinna hálvleiki. Støðan er 8-13 til Russland.

 

Seinni hálvleikur er byrjaður!

 

Hálvleikur: Hálvleiksstøðan er 8-11 til Russland. Tað sæst væl, at Russland hava eitt ógvuliga sterkt lið, men føroysku genturnar hanga væl í. Annika F. Petersen hevur bjargað nógvum russiskum møguleikum, og tað hevði staðið verri til á máltalvuni, um hon ikki hevði hildið eitt so høgt støði, sum hon hevur havt í fyrra hálvleiki.

 

27 minuttir farnir: Støðan er nú 8-10 til Russland. Júst sum í teimum undanfarnu dystunum, so er Ida Norðfoss komin inn á vinstra bakk, og hon hevur longu skorað tvey mál. Harafturat er Annika F. Petersen stórspælandi í føroyska málinum. Hon hevur bjargað fleiri stórum møguleikum. Russiski málmaðurin bjargar eisini nógv.

 

20 minuttir farnir: Støðan er nú 5-8 til Russland. Føroyar eru í undirtali í løtuni vegna tveir minuttir útvísing. Tveir føroyskir leikarar eru blivnir skaddir. Teir eru Marianna G. Eystberg og Tóra Eliasen. Tóra liggur í løtuni á vøllinum við stórari pínu.

 

17 minuttir farnir: Føroyska liðið stríðist væl, men tær hava ilt við at skora mál. Støðan er nú 4-6 til Russland. Fjórða málið skoraði Maria H. Weyhe. Russiski málmaðurin bjargar ofta, men tað ger Annika F. Petersen í føroyska málinum so sanniliga eisini.

10 minuttir farnir: Tað russiska liðið er av álvara byrjað at spíla seg út, og nú er støðan 3-5 til Russland. Føroyar hava fingið eina tveir minuttir útvísing. Flemming Oliver Jensen, venjari, er sjónliga ónøgdur við dómararnar. Hann hevur eisini fingið eina átalu frá teimum.

 

5 minuttir farnir: Støðan er 3-2 til Føroyar! Katarina Høj, Marianna Eystberg og Maria H. Weyhe hava skorað føroysku málini. Tað sæst væl, at russisku genturnar eru væl størri enn tær føroysku, men Føroyar hava kortini munin.

 

Dysturin er byrjaður!

 

Hesar sjey byrja á føroyska liðnum: Annika Fríðheim Petersen er í málinum og útileikarar eru Jansy Jacobsen, Katarina Høj, Maria Halsdóttir Weyhe, Marianna Geirsdóttir Eystberg, Tóra Eliasen og Beinta Bárðardóttir.

 

Liðini eru júst komin á vøllin. Føroyska liðið er í hvítum troyggjum, meðan russarnir spæla í bláum. Dómararnir eru teir somu sum í gjár, og eru teir frá Belgia. Fitt av fólki er í høllini, og eisini eru nakrir russiskir áskoðarar komnir allan vegin til Føroya at stuðla sínum gentum.

 

Fyrsti dysturin varð leiktur klokkan 17, tá ið Kekkia og Ísland spældu. Endin var tann, at Kekkia vann ein tepran 30-29 sigur. Hetta merkir, at tað tykist óhugsandi, at Føroyar kunnu spæla seg víðari, hóast ein matematiskur møguleiki er har. Russland er eitt av heimsins bestu U17-landsliðum í kvinnuhondbólti, og russiska liðið hevur vunnið báðar sínar dystir sannførandi við 34-17. Um tað so skuldi hent seg, at Føroyar vann, so er málúrtøkan so vánalig í mun til ta russisku, samstundis sum føroyska liðið er verri innanhýsis enn tað kekkiska, at tað illa letur seg gera. Dysturin byrjar nú klokkan 19.