Nógv bendir á, at Donny van de Beek verður fyrsta keypið hjá Manchester United í summar. 23 ára gamli hollendingurin hevur verið partur av Ajax-liðnum, sum í 2018 kom í hálvfinaluna í Champions League.
Hann hevur í fleiri førum verið settur í samband við tey størri feløgini í Evropa, men nú tykist fyri vist, at 23 ára gamli Donny van de Beek skiftir til Manchester United fyri áleið 335 milliónir krónur. Tað skrivar hollendska blaðið De Telegraaf. Fleiri tíðindafólk skriva eisini á eitt nú Twitter, at samráðingarnar eru komnar upp á pláss millum spælara og felagið.
Undan honum hava spælarar sum Frenkie de Jong (FC Barcelona), Matthijs de Ligt (Juventus) og Hakim Ziyech (Cheslea) fingið sítt stóra skifti. Manchester United var annars sett í samband við Jadon Sancho úr Borussia Dortmund, men hetta skiftið tykist ikki vera upp á tal í løtuni. Manchester United hevur fingið tilgongd av Dean Henderson (Sheffield United) og Chris Smalling (AS Roma), sum hava verið útleigaðir farna kappingarár.