Her er nýggi HB venjarin

Fyrrverandi landsliðshetja verður helst nýggjur HB venjari

Mest vinnandi felagið í føroyskum fótbólti, HB, hevur enn ikki sett venjara til komandi kappingarár.

 

Men sambært keldum hjá Miðlahúsinum, er tann avgerðin heilt nær.

 

Vælvitandi keldur hjá Miðlahúsinum vilja nevniliga verða við, at fyrrverandi HB og landsliðshetjan, Jan Dam, verður nýggi HB venjarin.

 

Sum skilst eru samráðingarnar komnar langt, og tí er tað helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn Jan Dam verður kunngjørdur sum HB venjari.

 

Jan Dam hevur í seinnu hálvu í ár verið knýttur at venjaratoyminum hjá HB. Hann hevur verið hjálparvenjari hjá Milan Cimburovic, sum tók yvir í felagnum, eftir at Heðin Askham valdi at leggja frá sær.

 

47 ára gamli Jan Dam, hevur ongantíð áður verið høvuðsvenjari í bestu føroysku deildini. Í 2007 var hann høvuðsvenjari hjá FS Vágar 2004, sum spældi í næstbestu deildini, umframt at hann í 1995 var leikandi venjari hjá Skansanum í nakrar dystir.

Jan Dam hevur seinastu árini verið ungdómsvenjari hjá HB. Undan tí var hann ungdómsvenjari hjá danska stórfelagnum FCK. Hann spældi í síni tíð 39 landsdystir fyri Føroyar.