Her er nýggi stjórin á Akstovuni

Fíggjarmálaráðið hevur í dag sett nýggjan stjóra á Akstovuni

Fíggjarmálaráðið hevur sett Andras Marr sum nýggjan stjóra á Akstovuni.

 

Andras hevur drúgvar leiðsluroyndir frá politinum, bæði sum vaktleiðari og linjusjef. Andras hevur eisini verið sýslumaður.  Seinastu árini hevur hann verið tilbúgvingarsamskipari í Fiskimálaráðnum.

 

Andras er 51 ára gamal og úr Hoyvík. Hann er útbúgvin politistur og hevur BA í løgfrøði. Harumframt hevur hann tikið leiðsluútbúgving.

 

Andras byrjar væntandi í starvinum eftir summarfrítíðina.