Her er nýggja nevndin í Landsbankanum

Landsstýrismaðurin hevur valt nýggja nevnd eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum

Landsstýrimaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur valt nýggja nevnd fyri Landsbanka Føroya, sum eisini er Búskaparráð. Og tað hevur hann gjørt eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetrinum. Førleikakrøv til limirnar eru: Búskaparfrøði, Fígging og kreditmeting, føroyskt vinnulív og serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.

 

Í nevndini eru vald: Fróði Magnussen, Cand. merc., formaður, Sanna Laksá, Phd. economics, Jan Otto Holm, Cand. merc, Helena Andreasen, Cand. merc. aud. og Johnny í Grótinum, Cand. polit.

 

Nevndin er vald fyri trý ár.