Her er OL-báturin hjá Sverra

Hóast hann má rógva undir donskum flaggi, so verður Merkið at síggja, tá Sverri Sandberg Nielsen fer at rógva til OL í summar

Her er báturin, sum Sverri Sandberg Nielsen skal rógvi í til OL í summar. Tað er italski bátasmiðjurin Filippe Lido, sum eigur Filippi Boats, ið hevur gjørt bátin.

Sverri Sandberg Nielsen hevur lagt nakrar myndir á sín facebook vanga av bátinum, sum hann skal rógva við í OL í Tokyo í summar. Hóast Sverri noyðist at umboða Danmark, so er báturin málaður í vøkru føroysku litunum.

- Eg eri sannførdur um, at hetta verður tann flottasti báturin, og eg fari at gera alt, sum eg kann, fyri at verða skjótastur, sigur Sverri Sandberg Nielsen á Facebook-vanganum hjá Filippe Boats.

Tað verður eisini sagt í uppslagnum, at Sverri Sandberg Nielsen í løtuni venur í bátinum í Portugal, og nú verður bíðað eftir afturmeldingum frá Evropa-meistaranum.

##med2##

##med3##

##med4##