Hoyvík eigur hondbóltin

Hondbóltur menn: H71 tryggjaði sær í kvøld triðja FM heitið í manshondbólti fjórðu finaluni

Høllin í Kollafirði er stúgvandi full av áskoðarum. Fjórða FM finalan í manshondbólti millum KÍF og H71 er júst liðug, og tað er staðfest, at tað ikki verður neyðugt við fimtu og avgerandi finaluni. H71 vann fyri triðju ferð í best av fimm finalum, og harvið er tað greitt, at H71 er føroyameistari.

 

Úrslitið í Kollafirði í kvøld var 37 – 32 til H71, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 21 – 14.

 

Undan kappingarbyrjan var tað ikki roknað at vera serliga sannlíkt, at H71 fór at vinna triðja FM heitið á rað, tí talan er um øgiliga ungt lið, har elstu spælararnir eru føddir í 2002.

 

Nógvir evnaríkir hondbóltsspælarar í Hoyvík og H71 eru farnir av landinum at spæla. Har hava teir ment seg til so góðar spælarar, at teir bera føroyska landsliðið, sum um eina stóra viku fer at kappast við Norðurmakedonia um pláss í HM endaspælinum eftir ársskiftið.

 

Men hetta hevur ikki skalað støðuna hjá H71 í føroyskum manshondbólti. Tað sæst á úrslitunum og veruleikanum, at H71 við nógvum ungum spælarum í kvøld hevur tryggjað sær enn eitt FM heitið.

 

Frá fyrsta bríksli í kvøld vóru hoyvíkingarnir sera uppsettir. Teir vóru sera beinleiðis og miðvísir í álopspartinum og í málinum var Torstein Sivertsen ein sannur brandur.

 

KÍF megnaði fyrstu løtuna eftir steðgin at minka um munin til 25 – 22 og 27 – 24. Tá vóru stívliga 41 minuttir farnir, og so økti H71 aftur um munin. Hann vaks til 33 – 25, tá ið 50 minuttir vóru farnir.

 

Rasmus Søby gekk undan hjá KÍF. Hann var toppskjútti við 9 málum, og Fríði Weyhe skoraði 6 mál og Bárður Dam 5 mál.

 

Hjá trífalda meistaraliðnum var Bogi Hansen toppskjútti við 10 málum, og Brian Slyne skoraði 8 mál.

 

 

 

##med2##

 

 

 

https://in.fo/news-detail/myndir-4-fm-finalan-kif-h71