Her er presturin sum skal prædika á festivali í Vági

Fyrst í mai verður afturvendandi Dansibandsfestivalurin í Vági, og eitt av tiltøkunum har, sum altíð savnar sera nógv fólk, er tann serliga Dansibandsgudstænastan, sum er á festivalinum.

Hesi seinastu fimm árini hevur gudstænasta verið ein fastur táttur í Dansibandsfestivalinum, og í ár verður tað Símun P. Jacobsen, prestur á Strondum, sum fer at hava gudstænastuna.