Usain Bolt varð koppaður av trónuni sum meistari á 100 metra teininum, tá ið hann í gjør gjørdist nummar trý í HM í London. Hetta var seinasti teinur hansara sum einstaklingur, tí 30 ára gamli rennarin av Jamaica hevur valt at gevast.
Tað var ævigi kappingarneytin hjá Usain Bolt, Justin Gatlin úr USA, sum fór avstað við gullinum við tíðini 9,92. Landsmaður hansara, tann einans 21 ára gamli Christian Coleman, fekk silvur við tíðini 9,94.
Yvirlit yvir heiðursmerki hjá Usain Bolt:
HM-gull á 100m: 2009, 2013, 2015
HM-gull á 200m: 2009, 2011, 2013, 2015
HM-gull á 4x100m: 2009, 2011, 2013, 2015
OL-gull á 100m: 2008, 2012, 2016
OL-gull á 200m: 2008, 2012, 2016
OL-gull á 4x100m: 2012, 2016
Ársins bestu hjá Usain Bolt á 100 metrum:
2008: 9,69 sek.
2009: 9,58 sek.
2010: 9,82 sek.
2011: 9,76 sek.
2012: 9,63 sek.
2013: 9,77 sek.
2014: 9,98 sek.
2015: 9,79 sek.
2016: 9,81 sek.
2017: 9,95 sek.