Her eru ríkastu ungu poppstjørnurnar

Ein listi yvir tær mest vælhavandi bretsku stjørnurnar yngri enn 30 ár er júst blivin almannakunngjørdur.

 

Bretska avísin The Sunday Times ger hvørt ár "The Young Rich List, sum vísir tær mest vælhavandi ungu stjørnurnar í Bretlandi. Og hyggur mann eftir tónleikarum, eru fleiri ungar kvinnur á listanum.

 

Ovast á listanum er 23 ára gamla poppdaman Adele, sum er tann, ið hevði størstu inntøkuna í fjør. Adele hevur meira enn trýdoblad sína inntøku frá 6 milliónum pundum til 20 milliónir pund, sum svarar til 180 milliónir krónur. Økta inntøkan hongur saman við, at Adele hevur selt ikki færri enn 20 milliónir eintøk av fløguni "21".

 

Adele hevur eitt stórt lop á 8 milliónir niður til annað pláss, sum tær tríggja Cheryl Cole, Leona Lewis og Katie Melua eru á við 12 milliónum hvør. Ein av nýggju stjørnunum á listanum er 24 ára gamla Jessie J, ið liggur á einum fjúrtanda plássi við sínum 5 milliónum.

 

 

Tú kanst síggja allan listan við at trýsta á hesa leinkjuna:

 

http://www.thesundaytimes.co.uk/sto/public/richlist/article1014156.ece