Her fer seinasti amerikanski hermaðurin úr Kabul

- Hetta er ein ræðuligur dagur. Vit eru vónsvikin, sigur ein kvinna, sum flýddi undan Taliban, men sum valdi at flyta heim aftur í 2015 at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum í landinum.

 

 

 

Útlendskir miðlar skriva, at hemaðurin á myndini er hin seinasti amerikanski hermaðurin, sum fer úr Afganistan. Sagt verður, at hermaðurin er Chris Donahue, og hann er leiðari fyri deildini, rópt 82 Airborne Division. Hann fór við einum flutningsflogfari av slagnum, C-17.

 

Tað seinasta, sum amerikansku hermenninir gjørdu, var at oyðileggja 73 flogfør og fleiri hernaðarakfør, soleiðis at tey ikki skuldu fella í hendurnar á Taliban, sum nú hevur valdið í landinum. Tað er amerikanski generalurin, Frank McKenzie, sum ber hesi tíðindi.

 

- Oyðiløgdu flogførini koma ongantíð at flúgva aftur, sigur hann sambært útlendskum miðlum.

 

CNN veit at siga, at umboð fyri Taliban vóru skjót inni í hangarinum á flogvøllinum, tá seinastu amerikansku hermenninir vóru farnir. Her vildi Taliban hava at vita, hvør útbúnaður var eftir, nú USA hevði tikið seg úr landinum.

 

Í morgun hevur ein talsmaður fyri Taliban, Zabihullah Mujahid, hildið tíðindafund á flogvøllinum. Hann segði, at afturtøkan hjá USA eigur at vera ein lærupeningur fyri øll, sum vilja gera seg inn á Afganistan og komandi ættarlið í landinum.

 

- Hetta er eisini ein lærupeningur fyri allan heimin, og sigurin eiga vit øll, legði Zabihullah Mujahid aftrat.

 

Fólk, sum fyrst í hesi øldini flýddu undan Taliban í Afganistan, eru sjálvandi ikki fegin um, at Taliban nú aftur hevur valdið í landinum. Fólk fluttu heimaftur nøkur ár eftir, at sameindar herdeildir komu til landið, og nú deildirnar hava tikið seg úr aftur Afganistan, kenna mong seg slept upp á fjall.

 

- Hetta er ein ræðuligur dagur. Vit eru vónsvikin, og vit hava ávarað um hesa afturtøku, sigur ein kvinna, sum flýddi úr Afganistan undan Taliban, men sum valdi at flyta heim aftur í 2015 at stríðast fyri rættindum hjá kvinnum í landinum.