Her kanst tú hoyra sangin hjá Kristel

Grand Prix sangurin hjá Kristel Lisberg er í dag lagdur á netið

Ætlanin var, at sangirnir, sum skulu kappast í danska Grand Prixnum í ár, skuldu kunngerast um tvær vikur, men eitt mistak hjá Sony plátufelagnum gjørdi, at allir sangirnir vórðu lagdir á Spotify í dag. 

Ein av teimum 10 luttakarunum verður Kristel Lisberg, sum skal syngja sangin Who Needs A Heart.

Trýst her fyri at hoyra sangin hjá Kristel Lisberg.