Ovastevnan er av, og flestu stevnugestir eru farnir heimaftur til sín sjálvs. Tey flestu fóru avstað aftur sunnunáttina og sunnumorgunin Eini 5.000 fólk á ovastevnu hesaferð.
Tað er eitt stórt tal av fólki í eini bygd sum Nólsoy, har fólkatalið liggur niðanfyri 300.
Tíbetur eru nólsoyingar blíðir, men ógjørligt er at hýsa øllum sum koma til bygdar.
Tey, sum komu í báti, høvdu bátarnar til sín bústað og onnur - tó ikki so mong - høvdu tjald við sær.
Nógvir gestir hava tilknýti til bygdina og hava tískil onkran, tey kunnu fara til - og kanska sova hjá, tá náttin líður.
Størsti parturin av stevnugestunum hava tó ongastaðni at sova og noyðast tískil at bíða eftir, at tey sleppa inn um fjørðin aftur, tá dansitiltøkini eru av móti morgni.
Tíðliga leygarkvøldið hevði hesin ungi maðurin lagt seg at hvíla seg eina løtu, men skulu vit trúgva honum, ætlaði hann meira enn at hvíla seg í netinum.
- Her skal eg sova í nátt! segði hann.
Hetta segði hann kortini bara í skemti.
Eingin sleppur at sova so tilvildarliga eina stevnunátt, og eingin sleppur at seta sær lívið í váða.
Meðan hópur av fólki gekk eftir bryggjuni í Nólsoy tíðliga hetta kvøldið, var tó eingin vandi á ferð - heldur ikki hjá hesum unga manninum.