Gunnar Nielsen hevur í dag gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við FH, har hann hevur spælt síðani 2015. Undanfarni sáttmálin gongur út í vetur og nú er greitt, at føroyski landsliðsmálverjin heldur fram í FH.
- Eg eri topp-motiveraður og í góðum standi, og ætli mær at koyra á bæði fyri FH og landsliðið, sigur Gunnar Nielsen.
Havnarmaðurin hevur verið skaddur ein part av hesum árinum, og misti plássið, men nú er líkt til at íslendska felagið aftur ætlar at satsa føroyskt í málinum.
FH hevur annars havt eitt misjavnt kappingarár, har fíggjarligir trupulleikar lúra. Millum er óvist um Brandur Hendriksson heldur fram, hóast hann er ein týðandi spælari og hevur tvey ára sáttmála.