Belgiski áleyparin, Romelu Lukaku, sum seinastu tvey árini hevur verið stóra stjørnan á liðnum hjá Everton, skiftir í summar felag.
Fyrr í dag úttalaði umboðsmaðurin hjá Romelu Lukaku seg um, at Romelu Lukaku ynskti at spæla við einum felagið komandi kappingarár, sum kundi bjóða Champions League fótbólt. Tí var hann beinavegin settur í samband við okkurt av teimum fimm ensku liðunum, sum fara at spæla við í Champions League komandi kappingarár.
Og sambært veddingarfyritøkunum, bendir rættuliga nógv á, at Romelu Lukaku fer at spæla við Chelsea komandi kappingarár, har hann eisini spældi, áðrenn hann skifti til Everton.
Veddingarfyritøkurnar geva 1,63 ferðirnar pengarnar aftur fyri at Romelu Lukaku skiftir til Chelsea, meðan eitt skifti til Manchester United – sum Lukaku eisini hevur verið settur í samband við – gevur tríggjar ferðir pengarnar aftur.