Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, skrivaðu fyri løtu síðan undir samgonguskjalið, ið verður grundarlag fyri nýggju borgarligu samgonguna millum flokkarnar.
Tað er greitt, at allir formennirnir taka við einum sessi í Tinganes. Bárður á Steig Nielsen verður løgmaður, Jørgen Niclasen verður fíggjarmálaráðharri og Jenis av Rana verður landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.
Nú fundurin er liðugur eru fundarfólkini á veg oman í tingsalin, har nývalda tingið skal setast. Tað verður eisini á hesum fundinum, at Bárður á Steig Nielsen formelt verður valdur til løgmann.

Her verður samgonguskjalið undirskrivað

