Her vinnur Víkingur seg í steypafinaluna

Video: Her ber til at síggja samandrátt frá seinnu hálvfinaluni millum B36 og Víking

Víkingur vann seg í kvøld í steypafinaluna fjórða árið á rað. Tað gjørdu teir við at vinna seinnu hálvfinaluna móti B36 2-0 í Gundadali, eftir at B36 annars vann tann fyrra dystin í Gøtu 1-0.

 

Víkingur legði seg á odda tíðliga í dystinum við máli frá Bárði Hansen. Sum heild var Víkingur omaná størsta partin av dystinum, og tí var tað eisini uppiborið, at Víkingur kom á odda 2-0, tá fimm minuttir restaðu av dystinum. Seinna málið málið skoraði Filip Djordjevic.

 

Víkingur hevur harvið spælt seg í steypafinaluna fjórða árið á rað. Teir hava vunnið allar tær undanfarnu tríggjar finalurnar, sum teir hava verið við í. 

Í annaðkvøld verður greitt, hvørjum liðið Víkingur skal møta í steypafinaluni. Tá spæla HB og NSÍ hina hálvfinaluna. Í tí dystinum hevur NSÍ eitt betri útgangsstøðið, við einum 1-0 sigri frá tí fyrra dystinum.

 

B36 - Víkingur 0-2 (0-1)

0-1 Bárður Hansen, 4.

0-2 Filip Djordjevic, 86.