Herbjørn er ikki nøgdur við dómaraavrikið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Herbjørn Lava hjá Neistanum seta orð á vónbrotið ikki at røkka steypafinaluni

- Vit høvdu avgjørt ikki dómararnar við okkum. So bersøgin er Herbjørn Lava hjá Neistanum um dømingina, sum hann og liðfelagarnir upplivdu, tá teir í høllini á Skála taptu 25-31, og samanlagt 53-55 ímóti StÍF í hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini.

 

Herbjørn Lava tekur tó í egnan barm, og staðfestir, at teir í Neistanum ikki høvdu eitt nóg gott avrik, og teir høvdu lovað hvørjum øðrum ikki at fokusera ov nógv uppá, at teir vóru á odda við fýra málum frá fyrra dystinum.

 

- Hetta er ótrúliga súrt, staðfestir Herbjørn Lava, sum saman við liðfeløgunum má noyðast við at heppa á Neistan í kvinnufinaluni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Herbjørn á Lava aftaná dystin á Skála.