Herborg á odda í NM eftir 3 umfør

Eftir frálíkan sigur á favorittinum í U19 bólkinum, Katrine Tjølsen, er Herborg einsamøll í oddinum, nú 2 umfør resta í kappingini. Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, hevur somuleiðis staðið seg væl í U16 bólkinum og hevur 1½ stig í skjáttuni, nú farið verður undir endaspurtin sunnudagin. Sólfríð Hjørleifsdóttir úr Vestmanna í U13 bólkinum var sera óheppin í dag, tá sjúka forðaði henni í at gjøgnumgføra talvini. Spell hjá Sólfríð ! Men hon kemur sterkt aftur í morgin.