Í síðstu viku savnaði John Faxe Jensen Jákup Mikkelsen og hinar spælararnar á oddaliðnum í superliguni til fyrstu venjingina í ár. Málið er at verja tryggga oddasessin so leingi, sum tað ber til. Tað verður strevið, og longu í teimum báðu fyrstu umførunum fer nógv at standa á. Grækarismessudag, sunnudagin 12. mars, skal Herfølge spæla á útivølli í Lyngby, og sunnudagin 19. mars fáa teir vitjan av Brøndby. 18 av 33 umførum eru farin afturum. Herfølge hevur 37 stig, og Brøndby, sum er á øðrum plássi, hevur 31 stig. Silkeborg og Lyngby hava 29 stig.
Nýggj nøvn
Millum spælararnar, sum fóru undir venjingina í Herfølge í síðstu viku, vóru onkrir, sum ikki vóru har, tá danska fótbóltskappingin eftir fyrsta sunnudagin í adventini fór í vetrarfrí. Chris Hermansen, málsókni álopsmaðurin, er komin aftur úr útlegdini í AB, har hann hevur verið í tvey ár, og so hevur Jákup Mikkelsen fingið ein kappingarneyta:
? Tað liggur í luftini, at Jákup Mikkelsen skal verða seldur til útlandið. Vit hava einki ítøkiligt tilboð upp á hann akkurát nú, men vit eru noyddir at leggja uppfyri tí møguleikanum, tá vit leggja til rættis, segði John Faxe Jensen við Politiken fyrr í vikuni. At Jákup Mikkelsen framvegis er ivaleysa fyrsta valið ímillum stólparnar hjá Herfølge er kortini einki at ivast í.
Nýggi málverjin eitur Nicolas Abbot. Hann er 22 ára gamal, og hann er amerikumaður. Hann er komin til Danmarkar í lestrarørindum, og Herfølge hevur mett hann at vera so mikið stinnan, at teir rokna hann sum møguligan avloysara hjá føroyska landsliðsmálverjanum.
Í fyrstu atløgu venja teir í Herfølge heima í Danmark, men seinni fara teir til Spania. Leiðin gongur til La Manga, har teir umframt at venja skulu taka lut í norðurlendskari kapping í tíðarskeiðnum 19. til 26. februar.
John Faxe Jensen hevur gjørt avtalur um venjingardystir í Keypmannahavnarøkinum. Teir vera ímóti Frem, B93, Køge og Hvidovre, sum øll spæla í næstbestu deildini.
Størri heimildir
Í dag skal John Faxe Jensen til samráðingar við leiðsluna í Herfølge. Tá Kenneth Wegner í heyst fekk sekkin sum ítróttarstjóri dittaðu vit okkum at gita, at tað kundi hugsast, at John Faxe Jensen fór at fáa leiklutin sum venjari og stjóri, akkurát sum tað er kent frá t.d. eingilskum fótbólti.
Í síðstu viku vistu danskir fjølmiðlar at siga, at akkurát hetta er á skránni, tá leiðslan í felagnum og venjarin skulu hittast í dag.
Kenneth Wegner tóktist ikki so hugaður í at arbeiða fyri, at Jákup Mikkelsen varð seldur av landinum, sum John Faxe Jensen hevur tykist vera. Tískil kann tað fara at vísa seg at vera ein fyrimunur fyri føroyska málverjan, at venjarin nú kanska fer at taka sær av keyp og sølu av spælarum.