FCK áskoðararnir vilja ikki fara í Brøndby, og felagið hjá Óla Johannesen skal vinna fyri at tað framvegis skal verða spennandi
Stórdysturin í Danmark hetta vikuskiftið er tann í Brøndby ímillum Brøndby og FCK. Sæð við føroyskum eygum fór nakað av glansinum burtur, tá tað varð greitt, at Todi Jónsson ikki verður førur fyri at spæla.
Sambært donsku fjølmiðlunum tykist áhugin millum FCK áskoðararnar at fara í Brøndby ikki at vera so stórur, sum tað kundi hugsast. Tey 2200 atgongumerkini, sum FCK stuðlarnir høvdu fingið, vórðu ikki skrødd burtur, soleiðis sum tað frammanundan varð roknað við. FCK fólkini siga, at teimum hóvar einki serligt at fara á Brøndby stadion, har tað er lagt upp til stórt royksjov.
Lagnudystur
Herfølge fer í morgin í Gladsaxe í Keypmannahavn. Talan er um sannan lagnudyst ímóti AB. Á AB liðnum eru tríggir landsliðsspælarar ? fyrrverandi Herfølge maðurin Steven Lustü, Jan Michaelsen og Brian Steen Nielsen. Felags fyri teir allar er, at teir vóru á beinkinum í málleysa dystinum ímóti Kekkia.
Herfølge eigur ein landsliðsmann. Tað er Jákup Mikkelsen. Føroyski landsliðsmálverjin stóð seg avbera væl í landsdystunum, og tað er einki at ivast í, at sjálvsálitið hevur fingið eina tonn rætta vegin. Illa sperda Herfølge liðið lítur nógv á málverjan í morgin.
Liðið hjá Johan B. Hansen, OB, fær vitjan av Lyngby. JohanB. Hansen hevur ikki verið á liðnum hjá OB síðstu vikurnar, og tað mundi kennast sum eitt stórt vónbrot, tá Allan Simonsen undan dystinum í Moskva gjørdi av, at Pól Thorsteinsson skuldi fáa miðverjuplássið, sum Johan B. Hansen hevði røkt í Luksemburg.
Óli í miðverjuni
Í næstbestu deildini í Danmark var eitt umfar á skránni síðsta vikuskifti. Meðan Óli Johannesen var í luftini á veg úr Luksemburg og til Moskva stríddust liðfelagarnir úr Hvidovre í Esbjerg. Teir megnaðu 1?1, og tað varð mett at vera eitt gott úrslit, tí Esbjerg telist ímillum oddaliðini í næstbestu deildini.
Í morgin fær Hvidovre vitjan av Brønshøj. Talan er um eitt botnlið, men tá teir eru grannar hjá Hvidovre, mugu Óli og teir stríðast fyri søkini.
Hóast hann ikki hevur vant saman við nýggju liðfeløgunum í hálva aðru viku, og tykist eingin ivi vera um, at Óli Johannesen verður aftasti maður á Hvidovre liðnum. Frank Skytte, fyrrverandi TB venjarin, hevur stórt álit á 50 landsdystar manninum, sum mikukvøldið var liðformaður á landsliðnum.
Í Hvidovre vilja teir fegnir vera ímillum liðini í ovaru hálvu. Um nakar hugsningur skal vera um tað, so skulu teir vinna heimadystin í morgin.
jh