Heri er úr góðum bergi brotin úr báðum ættum. Tað sera skemtliga og framúr hittinorðaða man hann tó hava frá faðirinum, Herlufi hjá Rudolf. Sum ungur telegrafistur starvaðist Heri í Grønlandi eitt nú í Qeqertassuaq ella Godhavn heilt har norðuri í Diskovíkini. Hetta vóru hendingarík og spennandi ár, og ein fragd er tað at hoyra Hera siga frá hesum árum.
Heri hevur eisini starvast hjá Lyngby Radio, men mest er hann tó kendur fyri sítt stóra og slóðbrótandi arbeiði fyri føroyska ferðavinnu. Hann byrjaði hjá Smyril Line og síðan gekk leiðin til Atlantic Airways fyri síðan at enda í stjórasessinum á Ferðaráð Føroya - ein tignarlig og væluppiborin starvsleið eftir rættiliga stutt skeið. Heri er vældámdur og góður starvsfelagi og uttan mun til hvat starv talan er um, so hevur virksemi hansara verið eyðkent av samstarvsanda, góðum hugskotum, hugflogi, nýhugsan og áræði.
Heri Niclasen ger ofta vart við seg á sín bersøgna og sermerkta hátt, sum tá hann á ráðstevnu um føroyska ferðavinnu suðuri í Vági í mai 2004 legði fram eina sera fjølbroytta og visionera ætlan fyri nýtlsuna av nýggja Smyrli. Hann mælti til nýhugsan og til at sleppa gamlari vanahugsan. Tað var á hesi ráðstevnu, at Heri endaði sína frálíku framløgu við á sín vælkenda lætta og skemtiliga hátt sláa fast, at "Nýggi Smyril skal verða Føroya størsta kassatól!" Betri kundi tað ikki sigast. Jú, Heri dugir at taka til. Og betri ráð kundi eingin havt givið Strandferðsluni.
Heri Niclasen er ein dugnaligur og visionerur ferðavinnumaður. Undir hansara leiðslu hevur Ferðaráðið ment seg og funnið sítt pláss í samfelagnum og í mun til privatu og almennu ferðavinnuna. Hann hevur í hesum sambandi fleiri álitistørv, og er hann eitt nú limur í nevndini fyri Fitur. Tað er eingin einføld og løtt uppgáva at standa á odda fyri føroyskari ferðavinnu. Føroyingar vilja bæði hava turismu og ikki hava turismu. Hetta skilir Heri sum fáur. Hann kennir land og fólk og veit væl, at eitt so lítið land við eini viðbreknari náttúru og sermerktari mentan tolir bert eitt ávíst tal av turistum. Tað ræður um at finna javnvágina og at fáa sum mest burturúr til ferðavinnu og samfelag úr hesari javnvág. Her hevur Heri sýnt bæði vit og skil og at duga væl at stýra millum skerini.
Privat er Heri ein vinsælur, blíður og framúr skemtiligur maður, samstundis sum hann innast inni er ein sera álvarsamur maður. Hetta er eitt lyndiseyðkenni hansara og hann veit, at livið er bland av gaman og álvara. "Søtt og beiskt er bland mær lutað" sum sálmaskaldið sigur. Heri er ein sannur meistari at siga frá og dugir væl at skifta millum gaman og álvara. Hesi evni hansara eru dømi um eitt frásøgukynstur, sum eyðkendi partar av gomlu mentanini í Føroyum. Hetta er eitt kynstur, sum er við at hvørva, og sum tey lærdu nú leita eftir við ljós og lykt. Tey kundu lært nógv av Hera. Heri er hittinorðaður sum fáur og hetta hevur hann sum kunnugt ikki frá fremmandum. Men Heri kennir sum flestøll menniskju eisini til lívsins álvara og til menniskjans beisku kor. Fáur dugur sum hann at greiða frá stríðnum hjá fólki á Tvøroyri fyri betri lívskorum og fyri rættinum til eitt gott og trygt lív. Hetta hevur hann heldur ikki frá fremmandum. Heri er á mangan hátt eitt sjáldsamt menniskja - ein av hesum, sum tú fert frá ríkari í sinninum, enn tá tú kom. Vit eru mong, sum ynskja Hera Niclasen hjartaliga tillukku, nú hann fer um tey sekstiog ynskja alt tað besta.
Vinir